18.03.2015

Greiðari reglur um elektroniska marknaðarføring

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvørjar reglur eru galdandi, tá handlar og fyritøkur senda lýsingar ella tilboð umvegis teldupost ella annan elektroniskan post til fólk.
Meginreglan er, at vinnurekandi hava bert loyvi at senda lýsingar og annað tilfar í elektroniskum posti ella sum sms til fólk, sum frammanundan hava biðið um tað.
Vegleiðingin er ein útgreining av grein 6 í Marknaðarføringslógini og byggir á vegleiðingar, ið eru galdandi í Norra og Danmark.
Vinnurekandi hava ikki av sínum eintingum loyvi at senda lýsingar ella tilboð til ein úrvaldan bólk, har teldupost-adressurnar ella telefonnumurini eitt nú eru funnin á onkrum almennum listum ella á meiri ella minni tilvildarligan hátt. Heldur ikki er loyvt at senda til onnur vinnurekandi ella almennar stovnar.
Hinvegin er tað loyvt í teimum førum, har ein brúkari hevur biðið um ella hevur játtað at fáa lýsingar ella annað tilfar sendandi. Um ein kundi letur sína t-post adressu, tá hann keypir eina vøru ella tænastu, so verður tað fatað, sum eitt samtykki til, at handilin ella fyritøkan kann senda lýsingar og tilboð til ta adressuna.
Tó er galdandi í slíkum førum, at ein vinnufyrtøka bert kann senda lýsingar og tilboð um vørur av sama slagi, sum kundin keypti, tá fyritøkan fekk t-post adressuna.
Í vegleiðingini verður eisini sagt, at um ein kundi fær lýsingar ella tilboð sendandi, tí hann hevur latið sína t-post adressu, so skal tað í hvørji einasti posti ella brævi vera ómakaleyst at melda frá. Í hvørjum einstøkum føri skal kundin uttan hóvasták ella stríð kunna trýsta á ein knøtt ella eitt leinki, har hann meldar frá.
Vegleiðingin er fyrst og fremst til vinnurekandi, men forboðið at senda út óumbiðið tilfar er eisini galdandi fyri áhugafelag, um tey ætla at selja okkurt. Áhugafeløg kunnu senda kunnandi brøv til sínar limir ella til aðrar bólkar, men um tey ætlað at selja eitthvørt ella bjóða serlig tilboð, so krevst eisini, at móttakarin hevur sagt ja til at móttaka tað.
Yvirskipaðu reglurnar hava verið galdandi síðani lóg um marknaðarføring var samtykt í 2008, men higartil er Brúkaraumboðið ikki farið víðari til løgregluna við nøkrum máli.
Nú tá vegleiðingin er gjørd fer Brúkaraumboðiðat kunna nærri um innihaldið í nýggju vegleiðingini, men sum frá líður verður eftirlitið við reglunum hert og væntast kann, at Brúkaraumboðið meldar brot á reglurnar til politiið. Eftir lógini kann brot á hendan partin av marknaðarføringslógini revsast við bót.
Øll kundu klaga til Brúkaraumboðið um óumbidnan lýsingarpost frá handlum ella fyritøkum.
Brúkaraumboðnum hevur stovnað t-post bústaðin spamm@bruk.fo, har til ber at senda klagur um brot á marknaðarføringslógina. T-post bústaðurin verður virkin 1. apríl 2015.
Samstundis, sum nýggja vegleiðingin um óumbidnan elektroniskan post kemur í gildi 1. apríl 2015, verður eisini ein føroysk vegleiðing um marknaðarføring á sosialu miðlunum løgd fram. Brúkaraumboðini gjørdu eina felags niðurstøðu í 2012 um marknaðarføring á sosialum miðlum. Higartil hevur vegleiðingin ikki verið á føroyskum.
Nýggja vegleiðingin um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar og føroyska vegleiðingin um marknaðarføring á sosialu miðlunum eru at finna á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum www.bruk.fo.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Rannvá Ragnarsdóttir
Telefon 558000