25.09.2024

Greiðari treytir fyri bilaútleigan

Brúkaraumboðið hevur sent soljóðandi skriv til fyritøkur, sum leiga bilar út:

Brúkaraumboðið hevur seinastu tíðina fingið fleiri fyrispurningar og klagur viðvíkjandi bilaútleigan. Klagurnar eru serliga frá útlendskum ferðafólkum, sum eru ørkymlaði um kostnaðin av at koyra í undirsjóvartunlunum. Felagið Tunnil hevur eisini sett seg í samband við Brúkaraumboðið, tí ferðafólk venda sær eisini til teirra við somu fyrispurningum.

Í høvuðsheitum hava málini snúð seg um ógreiðar avtalu- og keypstreytir ella um marknaðarføring av vørum og tænastum í sambandi við bilaútleigan.

Sum dømi kann nevnast, at ein fyritøka bjóðaði ókeypis koyring í undirsjóvartunlunum. Men tá ferðin var av og rokningin kom, vísti tað seg, at talan var bert um ókeypis koyring í Norðoya- og Vágatunlinum. Hetta var ikki upplýst fyri kundanum, og talan var tískil um villleiðandi marknaðarføring.

Í øðrum førum hevur talan verið um ógreiðar orðingar ella avtalutreytir hjá bilaútleigarum, og tí hava viðskiftafólk ivast í, um prísurin fyri at koyra í tunlunum var fyri annan vegin ella báðar vegir.

Dømi hevur eisini verið um ógreiðar treytir í sambandi við endurgjald fyri avlýsing av leigubili. Harafturat eru dømi um, at bilaútleigarar hava lagt mvg á tunnilsgjøldini, hóast hesi gjøld eru undantikin mvg. Gjørt verður vart við, at tað er ikki heimild at leggja mvg á tunnilsgjøld.

Brúkaraumboðið hevur verið í samband við bilaútleigararnar, ið klaga hevur verið um. Í øllum føri er marknaðarføringin og avtalutreytirnar rættaðar.

Brúkaraumboðið heitir á allar bilaútleigarar um, at upplýsa greitt hvørjar treytir eru galdandi fyri útleigan, herundir:

  • Hvat kostar tað fyri kundan at koyra í gjøgnum teir ymisku undirsjóvartunlarnar.
  • Er talan um gjald hvønn vegin ella fevnir gjaldið um koyring báðar vegir.
  • Um koyring í nøkrum undirsjóvartunlum er ókeypis fyri kundan, skal tað greitt tilskilast hvørjar tunlar talan er um.
  • Hvørjar treytir eru fyri avlýsing. Er tað møguligt at fáa ein part ella allan peningin afturgoldnan – og verður møguligt ómaksgjald eisini afturgoldið?
  • Eru serligar treytir ella avmarkingar galdandi, eiga hesar greitt at vera tilskilaðar.

Lógargrundarlagið
Brúkaraumboðið umsitur og hevur eftirlit við, at marknaðarføringslógin verður hildin. Brúkaraumboðið tekur avgerð um eitt marknaðarátak er í stríð við marknaðarføringslógina.