18.10.2013

Hoyringssvar um lógaruppskot til solariumlóg

Vísi til uppskot til solariumlóg, ið er sent Brúkaraumboðnum til viðmerkingar.

Krav verður í lógini sett um, at støð, ið selja solarium, skulu vera mannað av starvsfólki yvir 18 ár.

Sambært viðmerkingunum er hetta við tí endamáli at kunna um vandan við kostmetiskum solarium.

Brúkaraumboðið mælir til, at umframt solariumstøðirnar verða mannaðar við starvsfólki yvir 18 ár, kann krav setast um, at skelti, ið ávara um vandan við solarium, verða hongd upp. Hetta kann samanberast við upplýsingina á sigarettpakkum.

Á henda hátt verða allir brúkarar ávaraðir um vandan og er ávaringin ikki treytað av, um starvsfólkið upplýsir um vandan.

Eisini vil Brúkaraumboðið mæla til, at skelta verður inni í hølunum við, at loyvi er ikki at selja solarium til fólk undir 18 ár. Á sama hátt sum við sigarettum og skeinking.