08.04.2015

Hoyringssvar um uppskot til lóg um fjarskifti

Brúkaraumboðið frøist í hoyringssvari til lógaruppskot um fjarskifti, at fokus nú eisini verður sett á brúkaraáhugamálini.

Eitt av endamálunum við nýggju fjarskiftislógini er at tryggja, at vinnulívið og borgarar hava atgongd til bíligt og gott fjarskiftiskervi og til eitt breitt úrval av fjarskiftistænastum.
Knýtt at hesum er eisini at styrkja brúkaraverndina, sum í hesum føri serliga eru rættindi hjá kundunum hjá fjarskiftisfeløgum.

Í lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur um brúkaravernd. Brúkaraumboðið vísir í sínum hoyringsskrivi á, at tað hevur avgerandi týdning fyri brúkaraverndina, at hesar reglur verður gjørdar beinanvegin og koma í gildi samstundis sum lógin.

Brúkaraumboðið mælir eisini til, at ásett verður i lógini, at víkjast kann ikki frá teimum reglum, ið verða settar í verk, um tær eru til bága fyri brúkaran.
Sagt verður í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at nýggju reglurnar skulu tryggja góðar og bíligar televeitingar, samstundis sum pláss verður til at ger íløgur í nýggja tøkni á fjarskiftisøkinum.
Talan er um reglur svarandi til ES-reglur og ætlanin er, at Føroyar skulu nærkast londunum rundan um okkum.

Les alt hoyringssvarið her:

Les lógaruppskotið her: