30.01.2013

Klaga um lýsing hjá P/F Føroya Tele

Tíðindaskriv:

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt klagu um lýsing hjá P/F Føroya Tele.

Talan var um lýsing frá telebúðunum hjá P/F Føroya Tele fyri jól, har lýst varð við Samsung Galaxy Tab 7″ við vanligum kostnaði á 3.999 kr. Tilboðið var 1.995 kr. Sostatt kundi sparast 2000 kr.

Klagað varð um, at myndin í lýsingini vísti Galaxy tab 2 – 10.1, sum er ein nógv størri eind, har Galaxy Tab 7″ einans er til helvtar so stórur sum Galaxy tab 2 – 10.1.

Somuleiðis varð klagað um, at upprunaligi prísurin ikki var rættur. Eindin sum var lýst til sølu var ein eldri útgáva, har nýggjasta útgávan av Galaxy Tab 7″, kann keypast í øðrum handlum fyri 2.385 kr.

Harafturat vísti klagarin á, at tá talan var um tímatilboð, bar ikki til at stilla seg og gera eina meting av vøruni. Tað ráddi um at verða fyrst og neyðugt var at skunda sær. Illa bar til at spyrja inn til vøruna og gera sær eina niðurstøðu.

Í § 22 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur halda lógina.

Viðkomandi reglur fyri málið er marknaðarføringslógin § 1 um góðan marknaðarføringssið, § 3 um villleiðandi marknaðarføring og § 9 um sølufremjandi tiltøk.

P/F Føroya Tele hevur í svari til Brúkaraumboðið upplýst, at talan var um eitt mistak. Myndin í lýsingini vísir ein Galaxy Tab 2 – 10.1 og ikki ein Galaxy Tab 7, sum lýst varð við. Viðvíkjandi prísinum kann staðfestast, at P/F Føroya Tele av misgáum hevur brúkt skeivan prís, nevniliga prísin á einari av fyrru útgávunum av Samsung Galaxy eindum.

P/F Føroya Tele ynskti at rætta mistakið. Ætlanin við lýsingarátakinum var, at brúkarin í hesum serliga tímatilboði skuldi kunna keypa eindina fyri hálvan prís. Omanfyri nevnda mistak hevði við sær, at goldið var væl meira enn helvtarprísur.

P/F Føroya Tele boðaði Brúkaraumboðnum frá, at P/F Føroya Tele vildi seta eina lýsing í bløðini, sum kom í hvørt hús mikudag, har tey, sum keyptu ein Samsung Galaxy Tab 7 frá telebúðunum tann 22. og 23. desember kundu venda sær til Telebúðina at fáa 1000 kr. afturat í avsláttri í prísinum.

Lýsingin var í bløðunum 16. januar 2013.

Umframt í bløðunum varð hetta eisini boðað frá á heimasíðuni og Facebookvangamyndini hjá P/F Føroya Tele.

P/F Føroya Tele hevur boðað frá, at innanhýsis verður byrgt fyri, at slíkt kemur fyri aftur.

P/F Føroya Tele hevur upplýst, at 30 stk. eru seld av tilboðnum.

Smbrt. reglunum um villleiðandi marknaðarføring er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparliga atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Fatanin hjá Brúkaraumboðnum er, at talan er um ein av hornasteinunum í marknaðarføringslógini og tað er av týdningi, at marknaðarføring ikki er villleiðandi og av týdningi, at myndir, ið verða brúktar í marknaðarføringini samsvara við vøruna.

Eisini er av týdningi, at upprunaligi prísurin á einari niðursettari vøru er rættur, soleiðis, at brúkarin skjótt, einfalt og ómakaleyst kann gera sær eina niðurstøðu av tilboðnum.
Neyðugt er, at marknaðarføringin hjá vinnurekandi er røtt, um brúkarin skal hava álit á marknaðarføringini.

Tá P/F Føroya Tele hevur upplýst fyri Brúkaraumboðnum, at talan var um eitt mistak, ið P/F Føroya Tele ynskti at rætta og tí gav brúkarunum ein avsláttur afturat á kr. 1.000,- sum upprunaliga ætlað, samanhildið við, at P/F Føroya Tele hevur boðað frá, at innanhýsis verður byrgt fyri, at slík mistøk henda aftur, ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.