11.11.2010

Komandi ár fáa bankakundar sín kærumøguleika

Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Hósdagur 11. november 2010, kl. 13.35, 216/133 – pengar.fo

Vánalig ráðgeving: Í eina tíð hava føroyskir peningastovnar verið í samráðingum við danska Pengeinstitutankenævnet, so føroyskir bankakundar eisini kunnu klaga um vánaliga ráðgeving. Og komandi ár gerst hetta helst veruleiki
– Samráðingarnar millum føroysku peningastovnarnar og Pengeinstitutankenævnet hava gingið væl. Gongur alt sum ætlað, so kemur alt uppá pláss fyrst í komandi ári.
Tað sigur Gordon Rajani frá Felagnum Føroyskir Peningastovnar.
Tá ein avtala er fingin upp á pláss, fáa føroyskir bankakundar sama møguleika at klaga um vánaliga bankaráðgeving, sum danskir bankakundar.Umvegis rættarskipan

Sum støðan er í løtuni kunnu føroyskir bankakundar als ikki klaga um vánaliga ráðgeving. Eru teir ónøgdir, mugu teir umvegis advokat og rættarskipanina, og tað kann gerast ein bæði dýrur og langur vegur at ganga.
Tað var í apríl mánaði í ár, at boðað varð frá, at føroysku peningastovnarnir ætlaðu at gerast partur av Pengeinstitutankenævnet.Tað hendi eftir at føroyska brúkaraumboðið hevði vent sær til bankarnar við spurninginum.
Ein orsøk var millum annað, at føroyskir tryggingartakarar hava møguleika at kæra avgerðir í tryggingarspurningum til Ankenævnet for Forsikring.

Ikki bindandi
Nógv føroysk tryggingarmál hava verið fyri. Sum oftast fáa trygingarfeløgini viðhald, men tað kemur meira enn so fyri, at føroyskir tryggingartakarar fáa viðhald.
Hvørki Pengeinstitutankenævnet ella Ankenævnet For Forsikring hava nakran dømandi myndugleika, og tað er upp til bankar og tryggingarfeløg sjálvi, um tey fylgja avgerðunum. Niðurstøðurnar verða tó so at siga altíð tiknar til eftirtektar.
Okkurt undantak hevur verið við millum annað Jyske Bank, men tá kann ein avgerð í kærunevndini fáa týðandi ávirkan í einum rættarmáli.

Dimmalætting ©