20.07.2012

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett Rannvá Ragnarsdóttir í starv sum stjóra á Brúkaraumboðnum

Rannvá er løgfrøðingur og hevur eftirútbúgving sum dómarafulltrúi og mediator.

Hon hevur royndir frá bæði Føroya Rætti og privata vinnulívinum og hoin tekur við starvinum sum brúkaraumboð tann 1. september.