12.08.2013

Leiðreglur fyri marknaðarføring av prísi

Tíðindaskriv um leiðregur fyri marknaðarføring av prísi:

Brúkaraumboðið hevur almannakunngjørt leiðreglur fyri marknaðarføring av prísi.

Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.

Talan er um fyribyrgjandi arbeiði, ið Brúkaraumboðið hevur raðfest høgt í árinum. Marknaðarføringslógin er ein breið lóg, ið ásetur karmarnar fyri marknaðarføring. Tá lógin er breið, kann vera trupult – bæði hjá vinnuni og brúkaranum – at staðfesta, hvørji rættindi og skyldur eru.

Orsøkin til, at Brúkaraumboðið hevur valt at skriva leiðreglur um júst prísmarknaðarføring er, at hetta fevnir um nógvar brúkarar og er av týdningi fyri brúkaran ítøkiliga í gerandisdegnum.

Endamálini við leiðreglum um marknaðarføring av prísi eru lutvíst at tryggja brúkarum ímóti villleiðandi marknaðarføring og lutvíst at tryggja vinnurekandi greiðar og eins spælireglur.

Harafturat eru endamálini:

  • At brúkarin skjótt og einfalt kann meta um ymisku tilboðini;
  • At tryggja, at málsviðgerðin hjá Brúkaraumboðnum verður eins í eins førum;
  • At  vegleiðingin verður hjálp hjá vinnurekandi til, hvussu marknaðarføringin kann leggjast til rættis í samsvari við lóg um marknaðarføring;

Leiðreglurnar eru gjørdar í samstarvi við viðkomandi vinnugreinar og ávís fakfelagssamstørv. Hetta arbeiðið hevur verið sera uppbyggjandi.

Í stuttum kann sigast, at leiðreglurnar innihalda krav um, at prísir skulu vera rættir, greiðir og fullfíggjaðir. Gjøgnumskygni skal vera fyri brúkaran og tey lyfti, ið verða givin í marknaðarføringini, skulu haldast.

Eisini verður staðfest í leiðreglunum, at mett verður um marknaðarføringina út frá, hvussu ein vanliga upplýstur og rímiliga ansin miðalbrúkari fatar marknaðarføringina. Dentur verður lagdur á beinleiðis fatanina.

Serliga trý høvuðsbrot eru í leiðreglunum:

  • marknaðarføring av søluátøkum
  • prísgaranti og aðrar sølufremjandi útsagnir
  • prísmerking

Brúkaraumboðið vónar og væntar, at endamálini við leiðreglunum verða rokkin.

Leiðreglurnar kunnu síggjast í síni heild her: http://bruk.fo/vegleidingar-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarfoering-av-prisi/

Um spurningar eru til tíðindaskrivið, kanst tú venda tær til

Rannvá Ragnarsdóttir

Fartlf. 558000 ella umvegis teldupost rannva@bruk.fo.