04.12.2009

Leiðreglur sendar til hoyringar – Redaktionelt tilfar og lýsingar.

Góðan dagin,

Við hesum verða sendar til hoyringar leiðreglur, sum eru at finna hjá danska Brúkaraumboðsmanninum. Sí leinkju:

http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Love-og-regulering/Retningslinjer-og-vejledninger/Markedsfoeringsloven/reklameid

Víst verður eisini til nýggjan dóm, sum júst er avsagdur við Købh. Byret:

http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Nyheder-fra-FO/Pressemeddelelser/Skjult-reklame–lokalaviser

Við tað at marknaðarføringarlógin á hesum øki er eins í Føroyum og Danmark, so verður omanfyri nevnda leiðregla hjá danska Brúkaraumboðsmanninum fyrimynd , og verður miða ímóti at fáa hoyringssvarini innan 1. feb. 2010. Leiðreglurnar verða týddar til føroyskt, tá ið hoyringssvarini eru komin til høldar.

Hetta er sent til hoyringar hjá føroysku fjølmiðlunum, umframt Vinnuhúsið og Brúkarasamtakið.

Heimildin til at áseta og kunngerða leiðreglur, hevur Brúkaraumboðið, sambært § 23 í marknaðarføringarlógini:

§ 23. Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
   Stk. 2. Brúkaraumboðið kann, uttan mun til stk. 1, ikki gera leiðreglur, sum bert venda sær til fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.

Takk fyri gott samstar. Við ynsku um Gleðilig Jól og Gott nýggjár !

Vinaliga/Kind regards

Andrass Holm Arge

Brúkaraumboðið/Consumer Ombudsman

Vágsvegur 22 – P.O. Box 80.

FO-910 Vágur, Faroe Islands

Tel. +298 358000  Mobiltel. +298 558000

aha@bruk.fo  www.bruk.fo