
Leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum
Sosialir miðlar verða í stóran mun brúktir av vinnurekandi til at lýsa fyri fyritøkum og fyri vørum og tænastum hjá fyritøkum. Hetta verður m.a. gjørt í gjøgnum ávirkarar (influencarar). Her kunnu persónligar meiningar og viðmæli hjá ávirkarum blandast við tilfari, sum hevur eitt vinnuligt endamál, og kann tað tí verða torført hjá borgarum at gjøgnumskoða, nær talan er um lýsingar fyri vinnurekandi og nær talan er um persónlig viðmæli.
Tey síðstu árini hevur ávirkaravirksemið vundið upp á seg í Føroyum. Økið gerst eisini alsamt meira professionelt, har ávirkarar eisini eru knýttir at ávirkara- og lýsingafyritøkum.
Brúkaraumboðið metir tískil, at tørvur er á at seta fokus á hetta økið, og hevur gjørt nýggjar leiðreglur um lýsingar á sosialum miðlum. Leiðreglurnar hava verið til hoyringar hjá Handilsvinnufelagnum, Felagnum Samskifti (sum er felag fyri lýsingafyritøkur) og hjá ávirkara-fyritøku.
Nýggju leiðreglurnar kunnu lesast her