06.11.2013

Lutakastkapping treytað av keypi

Brúkaraumboðið hevur fingið fráboðan um, at Norðfra á heimasíðu síni lýsti við lutakastkapping, har møguleiki var at vinna eitt gávukort. Treytin fyri luttøku í kappingini var, at keypt varð fyri eina ávísa upphædd.

§ 11 í lóg um marknaðarføring ásetur, at søla av vørum ella tænastum til brúkarar má ikki stimbrast við møguleika fyri vinningi frá luttøku í lutakasti, virðislønarkappingum ella øðrum tiltaki, hvørs úrslit byggir á tilvildina, um luttøkan er treytað av, at luttakararnir keypa vøru ella tænastu.

Tá Brúkaraumboðið vendi sær til Norðfra um marknaðarføringina, boðaði Norðfra frá, at Norðfra  ikki var vitandi um, at lutakastkapping teirra var brot á § 11 í marknaðarføringslógini. Norðfra steðgaði marknaðarføringini beinanvegin. Av hesi orsøk ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.