19.03.2020

Lýsing fyri munn- og nasarmaskum var ikki nóg neyv

Ein handil hevur í samskifti við Brúkaraumboðið tikið eina sølulýsing fyri munn- og nasarmaskur aftur.

Brúkaraumboðið hevur gjørt handilin varugan við, at lýsingin eftir hennara meting, ikki helt seg til marknaðarføringslógina.

Sagt var í sølulýsingini, at maskan var góðkend sum verja ímóti koronavirus. Men Brúkaraumboðið heldur ikki, at handilin kundi skjalprógva ta upplýsingina. Í samskifti við Brúkaraumboðið varð víst til eina frágreiðing frá altjóða heilsustovninum WHO, men tann frágreiðingin vísti ikki til eina góðkenning, men var eitt tilmæli um, hvønn trygdarstandard heilsustarvsfólk skulu halda seg til, tá tey skulu brúka munn- og nasarmasku.

Sølulýsingin kann skiljast, sum munn- og nasarmaskur verja privatfólk móti smittu, men Brúkaraumboðið vísir á, at almennu heilsumyndugleikarnir ikki mæla vanligum fólki at brúka munn- og nasarmasku.

Í sølulýsing var eisini sagt ”keypa hana áðrenn grannin”. Brúkaraumboðið heitti á handilin um at vera varin við orðingum, sum kunnu ræða.

Brúkaraumboðið heitir á allar handlar um at vera neyvar í teirra marknaðarføring. Orðingar, sum kunnu eggja til ótta ella ikki-skjalprógvaðar upplýsingar mugu ikki brúkast í eini roynd at fremja sølu av eini ávísari vøru.

Marknaðarføringslógin ásetur eisini, at handlar ikki mugu leggja týðandi upplýsingar burturúr, tá ein vøra verður marknaðarførd.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið, tá lýsingin er tikin aftur.