24.11.2010

Lýsing hjá Elding var villeiðandi.

Samandráttur

Brúkaraumboðið móttók tann 18. august 2010 klagu viðvíkjandi tilboðsavís frá Elding, sum var útborin til hvørt húskið í sambandi við at Elding í Saltangará fylti 13 ár. Á forsíðuni verður lýst við eini fartelefon av slagnum Nokia 1616 fyri kr. 99.00. Tikið verður við fyrvarni avmarkað nøgd 50 stk. Tá ið brúkarin møtir upp í Elding, Saltangará, fyri at ogna sær nevndu fartelefon, verður upplýst, at henda fartelefon er útgingin, og verður ikki framleidd longur, og kann tí ikki keypast.

Brúkaraumboðið hevur avgjørt at taka málið upp, fyri at kanna, hvørt Elding við hesum marknaðaføringarhátti hevur brotið marknaðarføringarlógina § 3, stk. 1 við at nýta skeivar og villleiðandi umrøðu.

Marknaðarføringarlógin § 3 er soljóðandi:

Villleiðandi umrøða v.m.

§ 3.     Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.

Stk. 2  Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.

Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum

Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi.

Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

Kæran viðvíkjandi Elding

Kærarin hevur m.a. gjørt vart við:

at       kærari hevur innan tilboðstíðaskeiðið vent sær til Elding í Saltangará, fyri at ogna sær fartelefonina av slagnum Nokia 1616 fyri prísin kr. 99,00,

at      kærari fær útflýggjað eina fartelefon, men tá ið pakkað verður út heima, verður staðfest at talan er um eina Nokia 1661, og tá ið kærari vantar at talan er um eitt mistak, verður vent aftur til handilin av nýggjum.

at        kærarin fær at vita, at henda fartelefonin er útgingin, og verður ikki freimleidd longur, og tí ikki kann keypast longur,

at        kærari fráboðar avgreiðslufólkinum, at talan sostatt er um villleiðandi lýsing. Avgeiðslufólki gevur kæraranum viðhald, og harmast um støðuna.

Hoyringssvar frá Elding

Elding hevur í hoyringssvar sínum viðmerkt,

at brúkarin hevur móttikið ístaðin fartelefon av slagnum Nokia 1661 til sama prís, og tískil hevur brúkarin móttikið eina fartelefon við betri dygd enn tann eftirspurda,

at tilboðsblaðið á forsíðuni tekur fylgjandi fyrivarni: ”Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum, prentvillum, skeivum myndum og rentubroytingum”,

at hetta tilboðsblaðið er sent til prentingar tann 3. august 2010, og at Elding 2 dagar eftir hetta var varugt við, at fartelefonin av slagnum Nokia 1616 er framleiðsluútgingin, og tá var ov seint at broyta tilboðsblaðið,

at tillboðsblaðið er húskisútsent tann 16. august 2010.

Niðurstøða

Tað skal fyri tað fyrsta verða viðmerkt, at lýsingarátøk av tí slagi, sum hetta mál snýr seg um – ein vøra verður útboðin uppá tilboð í sambandi við serlig høvi, í hesum føri føðingardagur hjá Elding, Saltangará – eru at meta sum rað-tilboð, sum í høvuðsheitum hava sum endamál at fáa fólk at koma til handils í tí vón, at fólk keypa vøru útyvir ta vøru, sum viðkomandi kom í handilin fyri at keypa. Marknaðarføringin, sum hetta málið snýr seg um, lýkur tí treytina um at hava handilsligt árin og er egnað at ávirka útboð og eftirspurning.

Tá hugsað verður um endamálið við hesum slagi av marknaðarføring er tað av avgerandi týdningi, at tað, sum verður ført fram í sambandi við marknaðarføringina, ikki er skeivt ella villleiðandi, eftirsum at brúkarin annars má metast at vera fingin at koma til handils á skeivum grundarlagi.

Í ítøkiliga førinum vísir Elding til, at brúkarin – tá viðkomandi hevur vent sær til Elding – hevur fingið bjóðaða eina fartelefon av slagnum Nokia 1661, og tískil til sama prís hevur fingið eina betri telefon enn brúkarin hevði kunnað fingið, um brúkarin fekk telefonina av slagnum Nokia 1616, sum lýsingin vísti til. Brúkaraumboðið er ikki ósamt í, at hetta er rætt, men ein tílík atferð hjá tí vinnurekandi broytir ikki tann veruleika, at brúkarin í fyrsta umfari er í handlinum á skeivum grundarlagi.

At brúkarin í einari slíkari støðu fær bjóðað eina vøru, sum er av minst somu góðsku og til sama prís er minsta krav, ið má setast einum vinnurekandi, ið nýtir slíka marknaðarføring. Hinvegin kann hetta ikki hava við sær, at tann vinnurekandi er leysur av ábyrgd fyri skeiva og villleiðandi marknaðarføring samsvarandi § 3, stk. 1 í lógini um marknaðarføring.

Elding vísir somuleiðis til fyrivarnið, sum er tikið á forsíðuni á tilboðsblaðnum. Fyrivarnið er soljóðandi: ”Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum, prentvillum, skeivum myndum og rentubroytingum”.

Talan er um eitt generelt fyrivarni, sum ikki kann metast at fevna um tað fyriliggjandi ítøkiliga dømið.  Talan er í ítøkiliga førinum ikki um útseldar vørur, eftirsum at tað ikki bar til at keypa vøruna, ið lýsingin snýr seg um, í tilboðstíðarskeiðinum. Í mun til prentvillur og skeivar myndir skal viðmerkjast, at tað í ítøkiliga førinum er talan um villleiðandi marknaðarføring, ið fevnir um bæði mynd og tekst, sum lýsa fartelefonina.

Eitt generelt fyrivarni kann ikki metast at hava við sær, at viðkomandi vinnurekandi er leysur av ábyrgd í førum, har talan er um lýsing  fyri eina vøru, sum ikki er ella nakrantíð hevur verið atkomilig fyri brúkaran. Hin vinnurekandi kann ikki sleppa undan ábyrgd við at vísa til eitt generelt fyrivarni fyri prentvillum v.m. í sambandi við marknaðarføring sína.

At enda vísir Elding á, at tilboðsblaðið longu var sent til prentingar, tá Elding kom eftir, at viðkomandi telefonin ikki longur verður framleidd. Eftir teimum fyriliggjandi upplýsingunum fær Elding kunnleika til hetta tann 5. august 2010 – blaðið er sent til prentingar tann 3. august 2010 – og  blaðið varð borið í hvørt hús í Føroyum tann 16. august 2010. Brúkaraumboðið noktar ikki fyri, at hesar upplýsingar eru rættar, men hin vinnurekandi er hinvegin hin næsti til at tryggja sær, at vørur, ið lýst er fyri, eisini eru til taks í tilboðstíðarskeðinum. Hin vinnurekandi má tí vera hin næsti til at bera ábyrgdina fyri vantandi veitingar og í hesum sambandi eisini vantandi møguleikar fyri at bjóða samsvarandi tænastur í sambandi við marknaðarføringina, ið talan er um.

Í hesum sambandi skal tað eisini viðmerkjast, at Elding frá 5. august 2010, tá Elding fekk kunnleika til, at viðkomandi fartelefonin var farin úr framleiðslu, og til 16. august, tá tilboðsblaðið varð borið í hvørt hús, hevði 11 dagar til at rætta tilboðsblaðið. Um hetta ikki kundi verið gjørt við at endurprenta tilboðsblaðið, kundi hetta verið gjørt við at lagt eitt ískoyti við blaðnum við einari rætting til forsíðuna á blaðnum, soleiðis at brúkarin – áðrenn viðkomandi var komin í handilin – kundi vita, at viðkomandi fartelefon ikki kundi fáast til keyps.

Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum er tí, at Elding við marknaðarføringini av fartelefonini av slagnum Nokia 1616, við at býta út tilboðsblaðið í hvørt hús 16. august 2010 hevur framt brot á § 3, stk. 1 í lógini um marknaðarføring, ið setir forboð móti villleiðandi marknaðarføring.

Elding tekur ikki undir við, at marknaðarføringarlógin er brotin.

Hóast talan er um endurtøkubrot á marknaðarføringarlógina, við tað at Elding áður hevur brotið marknaðarføringarlógina í marknaðaføringarátakið, so metir Brúkaraumboðið í hesum føri, at hetta mál ikki er av slíkum slag og stødd, at tað skal verða meldað til løgregluna. Endurtøkubrot verður roknað at verða skerpaðar umstøður, uttan mun til orsøkina til tess, og tí kann Elding roknað við, at mál framyvir verða meldað til løgregluna, um talan er um brot á eina áseting, sum revsing kann verða áløgd fyri, og um Brúkaraumboðið annars metir grundarlag vera fyri tí. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.