22.04.2015

Lýsingar og lýsingatilfar á føroyskum

Lýsingar og lýsingatilfar á føroyskum

Brúkararaumboðið vil við hesum kunna um málið í lýsingum og lýsingatilfari. Brúkaraumboðið hevur fingið fyrispurning um, hvørt tað er loyvt at gera lýsingar á enskum máli, tá lýsingin er ætlað ferðafólki í Føroyum.

Í § 7 a í marknaðarføringslógini er ásett, at lýsingar og lýsingatilfar, ið er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum.

Marknaðarføringslógin er galdandi fyri alla marknaðarføring í Føroyum. Í lógini verður ikki skilt ímillum, hvørt lýsingatilfarið er ætlað føroyingum ella útlendingum, ið eru í Føroyum. Avgerandi er, um talan er um marknaðarføring beinleiðis til brúkarar og um marknaðarført verður í Føroyum. Um so er, skal lýsingin ella lýsingatilfarið vera á føroyskum.

Reglurnar um føroyskt lýsingatilfar er galdandi fyri allar lýsingamiðlar og er óheft av, hvør tøkni verður brúkt. Lýsingabløð, ið vinnurekandi í Føroyum og øðrum londum senda til føroysk húski, aðrar lýsingar í bløðum umframt lýsingar í útvarpi, sjónvarpi og á internetinum skulu sostatt vera á føroyskum, tá endamálið er at fáa brúkarar at keypa vøru ella tænastu.