14.02.2020

Lýsingar skulu merkjast sum lýsingar

Tey, sum fáa einhvønn fyrimun við at lýsa ella skriva um eina fyritøku, vøru ella tænastu skulu altíð frámerkja týðiliga, at talan er um lýsing sama um skrivað verður á Facebook, bloggi ella øðrum sosialum miðlum. 

Kravið um at frámerkja tilfar, sum í roynd og veru er lýsingartilfar, er galdandi fyri øll, sum fáa pening fyri at leggja út, ella fáa aðrar fyrimunir við at varpa ljós á eina fyritøku, vøru ella tænastu. 

Brúkaraumboðið sigur, at málið er at sleppa undan fjaldum lýsingum, sum er brot á marknaðarføringslógina, og sum kunnu ørkymla brúkaran. 

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina nýggja vegleiðing um, hvussu lýsingar á sosialu miðlunum skulu frámerkjast. Vegleiðingin um fjaldar lýsingar byggir í stóran mun á norsku reglurnar. Vegleiðingin í síni heild sæst á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum, bruk.fo. Eisini eru ein styttri úgáva á heimasíðuni.  

- Hetta er eitt nýtt øki, sum ikki øll eru varug við, og hetta er eitt øki, sum broytist skjótt, so vegleiðingin kann eisini verða broytt aftur. Men marknaðarføringslógin er greið. Ein brúkari á sosialu miðlunum skal vita, nær talan er um eina lýsing, og nær onkur bara sigur sína meining, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri á Brúkaraumboðnum. Avgerandi er, um tann sum ber lýsingina ella umrøðuna víðari hevur eitthvør tilknýti til fyriøkuna, og um fyritøkan gevur viðkomandi onkran serligan fyrimun afturfyri. 

Ábyrgdina av, at marknaðarføringslógin verður hildin, liggur fyrst og fremst hjá fyritøkuni ella lýsaranum, sum ger avtalur við onnur um at lýsa fyri seg á til dømis sosialu miðlunum ella skriva um seg á einum bloggi. Men onnur, sum medvirka til at marknaðarføra á ólógligan hátt kunnu eisini koma í vága at bróta lógina. 

Høvuðsreglan er at frámerkja týðiliga, um talan er um lýsing. Hetta skal gerast, so tað sæst væl og virðiliga, tá man sær lýsingina ella umrøðuna. Brúkaraumboðið mælir heilt einfalt til, at tey sum lýsa fyri onnur skriva lýsing ella sølulýsing fremst í greinini. Brúkaraumboðið vísir eisini á, at um talan er um eina mynd ella lidna lýsing, so skal tað síggjast beinanvegin, um talan er um eina lýsing. 

- Vit síggja oftari og oftari fjaldar lýsingar, har tað tykist greitt, at roynt verður at selja okkurt, men har tað ikki verður gjørt nóg væl vart við, at talan er um eina lýsing, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.  

Vegleiðingin um fjaldar lýsingar sæst á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum, bruk.fo. Leinki til vegleiðingarnar eru her: fjald lýsingar

og stutt vegleiðing um merking á sosialum miðlum