31.10.2012

Marknaðarføring á sosialu miðlunum

Tíðindaskriv:

Brúkaraumboðið fær fleiri fyrispurningar og klagur um marknaðarføring á sosialu miðlunum. Brúkaraumboðið hevur fyrr við tíðindaskrivi kunnað um niðurstøðuna hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum, tá talan er um marknaðarføring á sosialu miðlunum.
Orsakað av, at fleiri fyrispurningar og klagur eru um hetta, hevur Brúkaraumboðið dagført heimasíðuna við eini vegleiðing um marknaðarføring á sosialu miðlunum.
Vegleiðingin kann síggjast her: Marknaðarføring á sosialu miðlunum.