06.10.2010

Norðurlendskt fokus á sosialar netsíður.

Sosialar netsíður er fyltar við marknaðarføring. Samstundis brúka norðurlendskir brúkarar alt meira og meira tíð á hesum síðum. Teir norðurlendsku brúkaraumboðsmenninir hava avgjørt at kanna hesar sosialu netsíður nærri t.d. Facebook, við tí endamálið at gera eina felags norðurlendska samtykt.

Hetta varð avgjørt, tá ið brúkaraumboðsmenninir úr Finnlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum vóru savnaðir til norðurlendskan felagsfund í Oslo í døgunum 27. til 28. september.

Umboðsmenninir ynskja í fyrstu atløgu at fáa betri heildaryvirlit, hvørjar marknaðarføringarhættir eru at finna á teimum ymisku sosialu netsíðunum. Síðani verður mett um hesar sosialu netsíður eru í samsvar við galdandi reglur um elektroniska marknaðarføring.

Sosialar netsíður er ein partur av gerandisdegnum, og tí er tað sera áhugavert at marknaðarføra seg á hesum síðum hjá vinnurekandi. Tí hevur tað alstóran týdning, at fáa greiðu á markanðarføringarreglunum á hesum øki, fyri at fáa best møguliga brúkaraverd á hesum netsíðum.

Í teimum norðurlendsku londunum er lóggávan fyri marknaðarføring at kalla eins, og tí er tað eitt gott útgangsstøðið at gera felags front mótvegis vandamálum og lógarbrotum, sum koma fyri á netinum.

Spamm í tíðindum

Tað eru nógv sløg av marknaðarføring í sosialu miðlunum. Á Facebook er t.d. alt frá vanligum bannaralýsingum til beinleiðis marknaðarføring, har lýsingar verða sendar sum tíðindi á profilin hjá einstaka brúkaranum.

Vil ein senda slíkar lýsingar við telduposti ella sms, skal móttakarin geva samtykki til hetta frammanundan. Hetta krav má eisini setast einum parti av tí marknaðarføring, sum verður spjadd gjøgnum sosialu miðlarnar.

Børn og ung á netinum.

Brúkaraumboðsmenninir vilja harumframt í serligan mun kanna nærri tey vandamál, sum viðvíkja børnum og ungum, sum ferðast á teimum sosialu netsíðunum. Her finnast reglur, sum skulu haldast, tá ið marknaðarføring umræður børn og ung – hesar reglur eru eisini galdandi á netinum.