08.07.2022

Norðurlendsku brúkaraumboðini hittust í Føroyum

Í juni hittust brúkaraumboðini úr Danmark, Føroyum, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki í Føroyum at skifta orð um vanligar brúkaraavbjóðingar og útinnandi arbeiðslag. Norðurlendsku brúkaraumboðini samdust um, at talgild manipulerandi tøkni sum t.d. dark patterns og umfatandi arbeiðið at slóða seg fram á og eyðmerkja brúkarar, sum endar við miðvísum persónligum lýsingum, eru stórar forðingar á einum vælvirkandi brúkaramarknaði. Norðurlendsku brúkaraumboðini hava tí bundið seg til at arbeiði fyri sonnum talgildum rættvísi og virðing fyri tí, ið brúkarin velur.

Brúkaranna sjálvræði í vanda

Tað er vorðið alsamt truplari hjá brúkarum at taka frælsar, óheftar og væl grundaðar avgerðir, uttan at handilsvirki blanda seg uppí og manipulera við síni tøkni. Dátusamansetingin av áhugamálum og atburði hjá brúkarum, nýtslan av sálarfrøðiligum mekanismum og klókum algoritmum eru vorðin máttmikil amboð, ið reka brúkarar til avgerðir, sum teir kanska als ikki ætlaðu at taka. Tann viðbrekni brúkarin kann verða misnýttur, tá ið handilsvirki grava djúpt í privatlívi hjá fólki at ávirka keypsvanarnar. Vilja vit hava ein marknað, har brúkarar, ið hava sýnt áhuga fyri pengaspølum, á sínum sosialu miðlakontum verða álopnir við tilboðum um brúkarakredittir? Sjálvandi er svarið nei.

Norðurlendsk átøk at berja niður manipulerandi tøkni

Norðurlendsku brúkaraumboðini eru tí samd um at økja norðurlendsku arbeiðsorkuna til talgilda og dátustýrda handilssiðvenju. Arbeiðsorkan fer at halda fram við sínámillum arbeiðnum at kunna um besta arbeiðslag, men fer eisini at taka tøk saman at berja niður talgilda og dáturikna siðvenju, sum hevur so ógvisliga ávirkan á brúkaraval og avgerðir. Harumframt fara norðurlendsku brúkaraumboðini við sameindari styrki at halda fram at hækka støðið og fáa eina betri fatan av, hvussu hesin framgangsháttur ávirkar brúkararnar. Hetta er týðandi næsta stig hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum í arbeiðnum fram ímóti sonnum talgildum rættvísi á brúkaramarknaðunum