
Norðurlendsku brúkaraumboðini styrkja samstarvið
Norðurlendsku brúkaraumboðini úr Danmark, Føroyum, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki hava í mong ár havt tætt samstarv um at verja brúkararnar. Brúkaraumboðini hittast árliga fyri at skifta orð um royndir og hugskot, um hvussu brúkaraverndin kann styrkjast í norðurlondum.
Fundurin í ár varð hildin í Karlstad í Svøríki, og evnini, sum vóru umrødd, vóru m.a. hvussu vitlíki (AI) kann nýtast til at styrkja eftirlitið. Eisini var skift orð um royndir við at koma sviki á netinum til lívs, og serliga var umrøtt strategist samstarv, so sum leikluturin hjá brúkaraumboðunum at mynda brúkaraverjupolitik í samfelagnum, og um at seta í verk nýggja lóggávu.
Á fundinum avgjørdu norðurlendsku brúkaraumboðini at styrkja strategiska arbeiðið og samstarvið enn meira, við at stovna ein norðurlendskan arbeiðsbólk um politikk og strategi. Arbeiðsbólkurin skal vera eitt ískoyti til verandi arbeiðsbólkarnar, sum arbeiða við talgildum spurningum, villleiðandi uppáhaldum um burðardygd, villleiðandi marknaðarføring, verju av børnum og fíggjartænastum.
Eitt felags norðurlendskt initiativ at menna brúkarapolitikk og strategiir, hevur ikki bara eina jaliga ávirkan á norðurlendska marknaðin, men vónandi eisini á evropeiska marknaðin.
Tað hevur týdning fyri okkum at luttaka í norðurlendskum samstarvi, sigur Rannvá Sólheim, Brúkaraumboð. Her verða mál av felags áhuga umrødd, og vit fáa eisini eitt betri innlit í hvat hini norðurlendsku brúkaraumboðini raðfesta og arbeiða við – bæði innan nýggja lóggávu og innan serlig fokusøki.