08.06.2016

Ofta spurt - Kunning um prísir og tilboð

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina styttri vegleiðing um marknaðarføring av prísum. Vegleiðingin liggur á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum undir ”ofta spurt um at marknaðarføra prís”.

Vinnurekandi hava rúmar ræsur at lýsa við tilboðum og niðursettum prísum, men meginreglan er, at marknaðarføringin skal ikki vera villleiðandi.

Tá eitt nú lýst verður við, at ein vøra verður seld fyri niðursettan prís, so skal tað í fyrsta lagi vera satt og í øðrum lagi skal upprunaligi prísurin verða upplýstur. Hetta merkir, at handilin í minst seks vikur (fýra vikur fyri gerandisvørur) skal hava selt vøruna til tann upplýsta upprunaprísin.

- Vinnurekandi mugu heldur ikki nýta sølufremjandi orðingar, sum einans fanga eygað, men ikki hava nakað veruligt innihald, sigur Brúkaraumboðið.

Verða vørur seldar á tilboði, eigur tilboðið at vera galdandi eina ella tvær vikur. Tað veldst um, hvat slag av vørum talan eru um. Um vinnurekandi ætlar, at tilboðið skal verða galdandi longri, so skal tað viðmerkjast í sølulýsingunum. Hinvegin má ein vinnurekandi ikki selja vørur fyri tilboðsprís, fyrr enn tann dagin ella klokkutíman, sum lýst er við.

Brúkaraumboðið minnir eisini á, at um væntast kann, at ein vøra á tilboði verður útseld, so eigur at verða viðmerkt í lýsingini, at nøgdin av tilboðsvørum er avmarkað.

Les meiri her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/ofta-spurt-um-at-marknadarfora-pris/

Leiðreglurnar um marknaðarføring av prísi eru at finna her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarforing-av-prisi/