04.09.2020

Ómaksgjald skal upplýsast beinanvegin

Brúkaraumboðið hevur staðfest, at nakrar netsølur, ið selja atgongumerki til m.a. festivalar ella konsertir, ikki nóg sjónligt hava upplýst prísin við ómaksgjaldi fyri atgongumerki. Ómaksgjaldið varð lagt afturat, tá bílagt varð á heimasíðuni.

Á heimasíðunum var kostnaður fyri sjálvt atgongumerkið tað fyrsta brúkarin sá og so í øðrum lagi, at ómaksgjald varð lagt afturat.

- Prísirnir á heimasíðunum vístu seg í fyrsta lagi at vera uttan ómaksgjald. Hetta er ikki í samsvar við lógina um marknaðarføring, at tað er endaligi prísurin, sum skal upplýsast, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið hevur heitt á atgongumerkjasølurnar um at upplýsa samlaða prísin fyri atgongumerki sum tað fyrsta, tvs. við møguligum ómaksgjaldi. Hetta hava netsølurnar tikið undir við og broytt.

Brúkaraumboðið sigur eisini, at um tað ikki ber til at upplýsa samlaða kostnaðin áðrenn brúkarin hevur trýst talið á atgongumerkjum, so eigur at upplýsast týðiliga, hvussu samlaði prísurin verður útroknaður.