19.02.2021

Power steðgaði lýsingum um lægsta prís

Elektronikkhandilin Power steðgaði í heyst eini lýsingarrøð, har handilin lýsti við, at prísirnir í Power vóru lægstir í landinum.

Brúkaraumboðið kannaði í heyst lýsingarrøðina, har handilin vísti til, at ein sonevndur talgildur prísrobottur tryggjaði, at handilin altíð hevði lægsta prís í landinum. Sagt var, at prísrobotturin kannaði prísirnar hjá kappingarneytunum og so rættaði Power sínar prísir, so prísirnir altíð vóru lægri enn teir hjá kappingarneytunum.

Men Brúkaraumboðið vísti á fleiri viðurskifti, sum prísrobotturin ikki kláraði at fanga, tí helt Brúkaraumboðið, at tað var brot á marknaðarføringslógina.

- Brúkaraumboðið metti, at talan var um brot á § 3 í lóg um marknaðarføring, tí Power gav brúkarum ta fatan, at Power altíð var bíligast og neyðugt var ikki at fara í aðrar handlar, tá hetta ikki var rætt, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri á Brúkaraumboðnum. Brúkaraumboðið bað Power steðga marknaðarføringini, tí talan var um villleiðandi marknaðarføring, ið kundi nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum,

Power steðgaði marknaðarføringini og váttaði, at handilin í framtíðini vildi halda seg til marknaðarføringslógina.

Grundgevingarnar hjá Brúkaraumboðnum vóru millum annað, at um lýst verður um verulig viðurskifti skulu allar upplýsingar kunna skjalprógvast. Brúkaraumboðið helt ikki, at handilin kundi skjalprógva, at prísirnir í handlinum altíð vóru teir lægstu í landinum.

Brúkaraumboðið vísti á, at umrøddi prísrobotturin bert kannaði prísir á øðrum nethandlum og ikki prísirnar í handlum uttan atknýttan nethandil.

Í triðja lagi vísti Brúkaraumboðið á, at prískanningarnar hjá Power heldur ikki løgdu upp fyri príslækkingum, sum eitt nú eykaveitingar, mongdaravsláttur og avsláttur givin í prosentum.

- Tá marknaðarføringin varð steðgað beinanvegin Brúkaraumboðið bað Power um at steðga marknaðarføringini, at handilin ikki áður hevur fingið átalu frá Brúkaraumboðnum, og at Power hevur byrgt fyri - innan- og uttanhýsis - brot á lóg um marknaðarføring, endar Brúkaraumboðið málið, skrivar Brúkaraumboðið í síni niðurstøðu.