04.09.2009

Røða hildin av Brúkaraumboðnum í sambandi við almenna móttøku í Vági tann 4. september 2009

Røða hildin av Brúkaraumboðnum í sambandi við almenna móttøku í Vági tann 4. september 2009.

Góðan dagin, og vælkomin til hesa móttøku.

Tá ið løgtingslóg um marknaðarføring, var sett í gildi 1. januar í ár, so vóru lunnar lagdir undir at betra um korini hjá brúkarum í Føroyum.

Brúkaraumboðið, sum tit eru komin á gátt hjá í dag, er sjálvstøðugur myndugleiki og stovnur undir Vinnumálaráðnum. Tað er Johan Dahl, Vinnumálaráðharri, sum við kunngerð kann gera nærri reglur um virksemið hjá stovninum. Avgerðir hjá Brúkaraumboðnum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

Virksemið hjá Brúkaraumboðnum er at hava eftirlit við at vinnurekandi og stovnar halda marknaðarføringslógina, og at fremja góðan marknaðarføringssið til frama fyri brúkaran.

Eftirlitið er býtt í tveir partar. Tann fyrsti parturin eru innkomnar klagur ella mál sum Brúkaraumboðið av sínum eintingum kann reisa. Tað er ein sera týðandi partur, tí tað eru klagurnar, sum geva eina greiða mynd av, hvussu stendur til við góðum marknaðarføringssiði í Føroyum.

Tann næsti parturin er upplýsandi, har ið Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi og stovnar, við at gera og almannakunngerða leiðreglur um marknaðarføring, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran. Í næstum verða leiðreglur og vegleiðingar sendar til hoyringar á teleøkinum og marknaðarføring mótvegis børnum og ungum.

Brúkaraumboðið kann gera forhandarmeting um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at verða lóglig ella ikki. Tað vil siga at Brúkaraumboðið kann fáa tilfar og lýsingar sendandi, fyri at fyribyrgja at nakað kemur skeivt fyri, tá ið marknaðarføringstiltøk verða sett í verk.

Í marknaðarføringslógini er ein áseting um eina samráðingarmeginreglu, og tí fer Brúkaraumboðið altíð samráðingarvegin, fyri at loysa mál, áðrenn onnur tiltøk verða sett í verk t.d. áleggingar og forboð.

Brúkaraumboðið hevur samstarv við norðurlendsku brúkaraumboðsmenninar, serliga danska brúkaraumboðsmannin, sum hevur drúgvar royndir og siðvenju á økinum.

Takk  fyri øll somul, at tit eru komin á gátt, og sýnt mær og Brúkaraumboðnum heiður og ans í dag.

Brúkaraumboðið, Andrass Holm Arge

Vágur, tann 4. september 2009.