10.08.2020

Samlaður prísur skal upplýsast - eisini í lýsingum

Brúkaraumboðið hevur boðað bilasøluni P/F Wenzel frá, at Brúkaraumboðið metti, at tað var brot á lógina um marknaðarføring, tá bilasølan lýsti við langtíðarleigu (leasing) av einum bili. Brúkaraumboðið vísti á, at í lýsingini sást best, at útgjaldið var ein króna, og at mánaðargjaldið stóð við munandi minni tølum enn útgjaldið og í triðja lagi, at samlaði kostnaðurin fyri at langtíðarleiga bilin ikki var upplýstur.

Bilasølan segði seg ikki vita, at lógin var brotin og man frameftir vil syrga fyri, at marknaðarføringslóginverður hildin.

Í lógini um marknaðarføring stendur, at í lýsingum mugu týðandi upplýsingar ikki leggjast burturúr, og at lýsingar mugu ikki vera villeiðandi. Brúkarin skal síggja allar upplýsingar um vøruna eins týðiliga.

Brúkaraumboðið hevur lagt áherðslu á, at P/F Wenzel frameftir heldur marknaðarføringslógina.

Viðkomandi ásetingar §§ 3 og 13 í lóg um marknaðarføring.

§ 3  Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum. 

§ 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant  og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.

Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar