21.12.2021

Samlaður prísur skal upplýsast. Tað merkir, at allar útreiðslur skulu takast við

Brúkaraumboðið hevur boðað Nema frá, at Brúkaraumboðið metti, at tað var brot á lóg um marknaðarføring, tá Nema á heimasíðuni lýsti við barnaurum til niðursettan prís og ikki upplýsti samlaðan prís fyri urið. Brúkaraumboðið vísti á, at fortreytin fyri at keypa barnaurið til niðursettan prís var eitt hald, ið skuldi keypast saman við urinum. Hesin kostnaður var ikki roknaður við í prísin fyri barnaurið. Hetta er krav.

Í lóg um marknaðarføring stendur, at í samband við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka hesa treyt.

Brúkaraumboðið hevur lagt áherðslu á, at Nema heldur marknaðarføringslógina. Nema hevur tikið áheitanina frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar.

Viðkomandi ásetingar:

§ 13 í lóg um marknaðarføring.

Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.

Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.