04.06.2011

Skeið í brúkaralóg á Fróðskaparsetur Føroya.

Brúkaralóg

Skeiðsevni: Masterskeið. Løgfrøði. Stakskeið (gjald)
(ætlað at verða góðskrivað á M.A. í løgfrøði, LL.M., cand. jur. o.l.)
Stig: 10 ECTS.
Tíð: Heystið 2011. Undirvísing frá 17. oktober 2011. Munnlig próvtøka 19. desember 2011.

Lærarar: Andrass Holm Arge brúkaraumboð og Dr. Kári á Rógvi lektari og gestafyrilesarar.

Endamál:
At veita innlit í føroyska brúkaralóg í víðari merking, hetta fevnir um innlit í
marknaðarføringarlógina og aðrar lógir, ið viðvíkja veitarum og brúkarum, so sum keypilóg
og ásetingar um trygd, ábyrgd og rættargang. Hetta innlit skal fevna um í senn tættir í
privatlóg (millum brúkara og veitara), almennari lóg (heimildir og skyldur hjá
eftirlitismyndugleikum), process (mannagongdir í eftirliti, kæru og rættarsókn), umframt fatan
av bæði rættarstøðuni í grannalondum og væntandi framtíðar gongd og menning á økinum.

Evni:
Brúkaralóg er nýggj bæði sum lóggáva og frøðigrein í Føroyum. Fakið tekur tí støði í
bæði nýligari lóggávu og spjaddum eldri ásetingum, ið geva ávísa brúkaravernd, men
harumframt verður hugt bæði at venju hjá brúkaraumboði og øðrum stovnum og venju úr
øðrum londum. Dentur verður lagdur á at taka upp spurningar sum – hvør er brúkari? – hvar
eru brúkaralóg og marknaðarføringslóg í breiðari merking at finna? – hvussu verða hesar lógir
tulkaðar og brúktar? – hvørji markamót móti øðrum rættarøkjum (sum t.d. leigulóg) eru
viðkomandi fyri brúkaralóg? – hvørji krøv eru væntandi í samvinnu við aðrar tjóðir (t.d. ES)?
– Hvør er gongdin í grannalondum, sum væntast at kunna ávirka lóggávu og venju hjá okkum?
– Hvussu dynamisk og mennandi er føroysk lóg á økinum, hvørjar doktrinir og venjur eru um
at taka seg upp og mennast? Undirvíst verður út frá útlendskum tilfari eins væl og føroyskum.
Undirvísing: Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum.
Eisini verða studentaframløgur.

Sí nærri: 2419.11_Brukaralog