19.04.2021

Skriv til bilasølur

Brúkaraumboðið hevur í samband við, at nýggj lóggáva um endurrindan av mvg er komin í gildi, kunnað bilasølurnar um reglurnar um mvg í marknaðarføringslógini.

Sambært nýggjari lóggávu, ið fekk gildi tann 25. februar 2021 kann tann, sum keypir motorakfar, sum er fevnt av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum bert nýtir ravmagn ella vetni til framdrátt, eftir umsókn fáa part av meirvirðisgjaldinum endurgoldið. Ásetingin er eisini galdandi fyri sonevnd plug-in hybrid akfør, PHEV. https://www.logir.fo/Logtingslog/19-fra-24-02-2021-um-broyting-i-logtingslog-um-meirvirdisgjald-Meirvirdisgjaldslogin 

Brúkaraumboðið hevur víst á, at sambært § 13 í lóg um marknaðarføring skal prísur, tá selt verður til brúkarar, upplýsast við mvg. Hetta merkir, at tá prísir á motorakførum fevnd av lóggávuni omanfyri verða marknaðarførdir, skulu hesir vera við mvg. 

Skrivið til bilasølurnar kann síggjast í síni heild her: skriv