08.02.2010

Skúlablaðið skrivar: Leiðreglur um brúkarakunning í skúlunum á gáttini

Leiðreglur um brúkarakunning í skúlunum á gáttini

Uppskot um leiðreglur viðvíkjandi brúkarakunning í fólkaskúlanum er sent skúlaleiðarunum til hoyringar

Brúkaraumboðsmaðurin var við á fundinum síðst í januar, tá ið allir skúlaleiðarar í Føroyum hittust. Síðan hevur hann evnað uppskot um leiðreglur, sum eru sendar Mentamálaráðnum til ummælis; skúlaleiðararnir eru eisini bidnir um at viðmerkja uppskotið í seinasta lagi 26. februar.

– Mentamálaráðið skipar fyri og samskipar hoyringina, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum.

Tá ið hoyringartíðin er av, fara Brúkaraumboðsmaðurin og Mentamálaráðið at gera reglurnar lidnar. Brúkaraumboðsmaðurin roknar við, at tær í fyrsta lagi kunnu verða settar í gildi 1. apríl í ár.

– Við tað at marknaðarføringarlógin er nýggj, so er tað ein fyrimunur, at felagsreglur kunnu gerast fyri skúlaleiðslurnar, so at hesar kenna seg tryggjar við vegleiðingar og mannagongdir á økinum, tá ið ræður um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum, sigur Andrass Arge, brúkaraumboðsmaður.

Brúkaraumboðsmaðurin vísir á, at brúkarakanningar í grannalondum okkara vísa, at børn og ung eru við til at avgera 80 prosent av øllum tí, sum verður keypt inn til húsarhaldið av nýtsluvørum og øðrum vørum.

– Vit eru kanska í Føroyum ikki so tilvitað enn um, hvussu stóra ávirkan lýsingar og onnur marknaðarføring hevur í dagsins samfelagi. Leiðreglur á hesum øki eru tí eisini ein hjálp til at verða tilvitað um hesa ávirkan, so at skúlaleiðslurnar hava eina greiða mannagongd, soleiðis at lógin um góðan marknaðarføringarsið verður hildin.

Fyrimynd til uppskotið um leiðreglur eru reglurnar, sum eru galdandi í Danmark. Í nýggju marknaðarføringslógini verður týðiliga ásett, at fyritøkur skulu vísa atlit, tá tær marknaðarføra mótvegis børnum og ungum, tí børn og ung eru løtt at ávirka og vanta royndir og evni til at meta um ymisk viðurskifti. Ung og serliga minni børn megna ikki ella hava trupulleikar við at gjøgnumskoða og meta um kunning, verður sagt í fororðunum til reglurnar.

Ein regla snýr seg um tað, sum verður kallað skúlasponsorering. Skúlasponsorering er ein serligur formur fyri marknaðarføring, har eitt nú fyritøkur og vinnufeløg t.d. bjóða skúlum ókeypis undirvísingartilfar (tað kunnu vera bøkur og annað skrivligt tilfar ella KT- og miðlatøkni) og undirvísing. Tað er freistandi fyri skúlar og stovnar at taka ímóti tilboðunum, um búskapurin er trongur, og hjá skúlunum eisini tí lærarunum ikki altíð eydnast at finna tíðarhóskandi undirvísingartilfar.

Undirvísingartilfar, leikur v.m. kann vera við til at skapa samhuga fyri fyritøkuni og vørum hennara hjá lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og næmingum. Fyri t.d. fólkaskúlarnar er galdandi, at tað eru skúlastýrini, ið hava ábyrgdina av undirvísingartilfarinum, herundir tað tilfar, ið verður bjóðað av fyritøkum og felagsskapum. Á stovnum er tað foreldraráðini, ið fastseta meginreglurnar fyri námsfrøðiliga fyritaksseminum.

Skúlastýrini og stovnsleiðslurnar eiga at vera varug við ta beinleiðis – ella fjaldu – lýsingaávirkanina, ið liggur í eini sponsoravtalu ella í eini avtalu um vørumenning. Tað er tí ynskiligt, at tey orða ein politikk viðvíkjandi sponsorering og annað samstarv við fyritøkur, har støða verður tikin til, í hvussu stóran mun ynskiligt er at nýta sponsorering og/ella gera aðrar samstarvsavtalur við fyritøkur, hvat er námsfrøðiliga ráðiligt, og um hvussu foreldrini kunnu takast við í hesar avgerðir.

Foreldrini eiga at verða kunnað um politikkin, ið skúlin setir, og um hvørjar avtalur av hesum slag eru gjørdar. Upp á fyrispurning frá foreldrum eigur skúlin at upplýsa, hvørji vinnurekandi tey hava gjørt avtalu við. Upplýsast skal eisini um, at samstarvið ikki bindur foreldur ella børn, og at talan er um marknaðarføring.

Á undirvísingartilfari og í undirvísing og øðrum virksemi má ikki vera beinleiðis áheitanir til børnini ella tey ungu um at keypa ella brúka vørurnar ella tænasturnar hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur. Og sponsorerað tilfar má í minst møguligan mun vera merkt við navni, búmerki, vørumerki, figurum og líknandi hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur.

Skúlar og dagstovnar eru privat øki, har marknaðarføring í útgangsstøði ikki kann fara fram. Lýsing á skúlum og dagsstovnum kann bert fara fram, tá leiðslan fyri skúlan/stovnin hevur givið loyvi til tess. Tað er skúlin, í samstarvi við foreldrini, ið hevur ábyrgdina av, hvørja lýsingaávirkan børnini ella tey ungu skulu setast út fyri.

Leinkja til greinina hjá Skúlablaðnum: http://www.skulabladid.fo/Default.aspx?ID=131&M=News&PID=724&NewsID=3377