03.12.2012

Skundlán

Tíðindaskriv

Norðurlendsku brúkaraumboðini standa saman við teirra starvsfeløgum úr Baltikum ímóti villleiðandi marknaðarføring bæði í norðurlondum og í Baltikum av sonevndum skundlánum.

Ágangandi og villleiðandi marknaðarføring av skundlánum er ein veksandi trupulleiki fyri fleiri brúkarar – og harvið norðurlendsku brúkaraumboðini. Á norðurlendskum fundi í november hava norðurlendsku brúkaraumboðini valt at halda vakið eyga við marknaðarføringina av hesum lánum framyvir.

Fíggjarliga spentir brúkarar fáa bjóðað skundlán í lýsingum, á internetinum ella við sms uttan fullfíggjaðar upplýsingar um kostnaðin av hesum lánum. Lánini kunnu tí vísa seg at verða dýrari fyri brúkaran enn roknað upprunaliga varð við og hava við sær, at brúkarin kemur í fíggjarligar trupulleikar.

Føroyska brúkaraumboðið upplýsir, at marknaðarføringin í Føroyum ikki tykist so ágangandi sum í londunum rundan um okkum, men týdningarmikið er at halda eyga við marknaðarføringini av hesum lánum í Føroyum eisini.

Føroyska brúkaraumboðið frøist um samstarvið um marknaðarføring um landamørk, tí marknaðarføring um landamørk gerst alt meira vanlig og londini hava tí ofta somu trupulleikar at dragast við.