13.06.2012

Stjóri til Brúkaraumboðið

Stjóri til Brúkaraumboðið

Søkt verður við hesum eftir stjóra til Brúkaraumboðið at seta skjótast gjørligt.

Starvsøkið

Brúkaraumboðið er landsstovnur, sum umsitur marknaðarføringslógina. Uppgávan er m.a. at hava eftirlit við, at marknaðarføringslógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar, umframt at skapa og menna siðvenju fyri umsitingini av lógini.

Samlaða játtanin til stovnin fyri 2012 er 1,1 mió. kr. Stovnurin verður í Tórshavn í skrivstovufelagsskapi saman við stovnunum á Skálatrøð.

Stovnurin er eisini skrivstova hjá Leigunevndini.

Starvið

Sum stjóri fyri Brúkaraumboðið hevur tú ábyrgdina av samspælinum millum stovnin og brúkarar og veitarar av vørum og tænastum, og við atliti til almenn samfelagsáhugamál er tín uppgáva at virka fyri, at góður marknaðarføringssiður verður mentur á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.

Til hesar uppgávur krevst, at tú ert diplomatisk/ur og dugir at taka støðu til ymisk sjónarmið, umframt at tú kanst taka greiðar avgerðir. Harafturat skalt tú megna at umsita marknaðarføringslógina soleiðis, at hon í minst møguligan mun tarnar tí skapandi virksemi, ið fer fram innan marknaðarføring.

Umframt at tryggja gott samskifti við brúkarar og veitarar, skalt tú arbeiða fyri, at ídni og eldhugi eru í hásæti á stovninum. Tú hevur eisini ábyrgd av fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum stovnsins.

Rætti umsøkjarin hevur

  • V
  • iðkomandi útbúgving á kandidatstøði, har umsøkjarar við Cand.jur. útbúgving hava fyrimun
  • góðan førleika at samskifta munnliga og skrivliga og hollan kunnleika til føroyskt, danskt og enskt
  • áhuga fyri teimum samskiftishættum, ið nýttir verða innan marknaðarføring
  • góð samstarvsevni

Setanartreytir og annað

Starvið verður sett fyri eitt 5-ára tíðarskeið. Starvið er lønt ájavnt 37. lf. hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%, sum verður flutt  í ein av Fíggjarmálaráðnum góðkendan eftirlønarkassa.

Umsóknir

Umsóknir, saman við CV, avriti av prógvum o.ø., skulu vera Vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. juli 2012 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnleyg Árnafjall, aðal­stjóra, á telefon 306600.

Vinnumálaráðið

Tinganes

Postrúm 377

110 Tórshavn