07.07.2011

Tíðindaskriv – Kæra mótvegis Vodafone

Brúkaraumboðið fekk tann 19.01.2011 eina kæru um eina lýsing hjá Vodafone á www.portal.fo, sum hevði eina lænkju til heimasíðuna hjá Vodafone. Eftir at hava viðgjørt kæruna er Brúkaraumboðið komið fram til hesa niðurstøðu:

1.

Fyrsta kærupunkt snýr seg um, hvørt lýsingin er í tráð við góðan marknaðarføringarsið, og punkt 5.5 í Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring, tí lýsingin inniheldur myndir av pinkubørnum.

Punkt 5.5 í Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring er soljóðandi: “Lýsingin skal – um vøran ikki vendir sær til børn og ung í øllum aldrum –  fortelja, hvønn aldursbólk vøran er ætlað til”.

Børn og ung kunnu ikki metast fyri at vera málbólkurin fyri lýsingina, hóast at lýsingin inniheldur eina mynd av pinkubørnum. Lýsingin er tí ikki fevnd av § 8 i marknaðarføringslógini um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum ella Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring.

Ásetingin í MFL § 1, stk. 1 kann verða viðkomandi í førum, har ið børn ella ung verða nýtt á óetiskan hátt í sambandi við marknaðarføring av eini vøru ella tænastu. Í hesum føri er talan um eina tilvildarliga bakgrundsmynd fyri tilboðum frá Vodafone. Lýsingin er tí ikki óetiskt og sostatt ikki í stríð við góðan marknaðarføringssið.

2.

Næsta kærupunkt snýr seg um, hvørt tað er í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini, at Vodafone ikki hevur upplýst um eitt samlað minstagjald í sambandi við marknaðarføring av haldum, sum hava ein bindingartíð. Brúkaraumboðið hevur staðfest, at Vodafone ikki hevur upplýst um eitt minstagjald, og lýsingin er tí í stríð við § 13, stk. 2. sí. stk. 1. í MFL. Vodafone rættaði lýsingina beint eftir Vodafone varð kunnað um kæruna, og  fylgjurnar av væntandi prísupplýsingini hava tí verið avmarkaðar.

3.

Triðja kærupunktið snýr seg um, at Vodafone ikki hevur upplýst eitt samla minstagjald í marknaðarføringini av fastnethaldinum “Heima” sí MFL § 13, stk. 2, sí stk. 1. Sambært hoyringsumfarinum hevur fastnethaldi “Heima” ikki nakra bindingartíð, og tí er einki minstagjald knýtt at haldinum, og MFL § 13, stk. 2. sí stk. 1 er sostatt yvirhildin.

4.

Fjórða kærupunkti snýr seg um, hvørt tað er villleiðandi marknaðarføring at nýta útsøgnina “3 mðr. ókeypis í samband við nýstovnan av haldum”, tá ið 1 hald av 9 ikki uppfyllur hetta. Sambært hoyringsumfarinum er greitt, at 8 av 9 haldum hjá Vodafone eru ókeypis í 3 mánaðir. Tað er sostatt væl møguligt hjá brúkarum at fáa fatur í tilboðnum sambært lýsingini. Brúkaraumboðið metir ikki, at lýsingini er villleiðandi sambært § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

5.

Fimta kærupunkti snýr seg um marknaðarføringina av tilboðnum “35% príslækking av Vodafone Heima”. Vodafone hevur ikki upplýst um, at tilboðið er treytað av, at brúkarin frammanundan hevur eitt fastnethald við føstum mánaðarhaldi. Brúkaraumboðið metir, at væntandi upplýsingar um treytirnar fyri tilboðnum er í stríð við § 13, stk. 1. sí stk. 2 í marknaðarføringslógini, og grein 4 í leiðreglunum um marknaðarføring á teleøkinum viðvíkjandi prískunning.

6.

Síðsta kærupunkti snýr seg um, hvørt ein kapping, sum Vodafone hevur skipað fyri, er í tráð við ásetingarnar í MFL. Talan er um ein kapping, sum byggir á tilvild, men sum ikki er treytað av keypi, og tí er kappingin hjá Vodafone ikki í stríð við § 11, stk. 1 um lutakast og virðislønarkappingar.

Samanumtikið hevur Vodafone tikið undir við teimum niðurstøðum, sum Brúkaraumboðið hevur gjørt í sambandi við innkærdu lýsingina. Vodafone hevur haraftrat rættað lýsingina til so skjótt, sum Vodafone hevur fingið kunnleika um, at partar av lýsingini ikki er í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini. Skaðin av lýsingini hevur tí verið avmarkaður, og tí ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.

Brúkaraumboðið vil tó viðmerkja, at niðurstøðan ikki slóðar fyri eini meginreglu um, at marknaðarføringstiltøk í stríð við marknaðarføringslógina, sum verða rætta til skjótt, og tí hava avmarkaðan skaða, ikki kunna føra til revsiátøk sambært revsirættarligum ásetingum í marknaðarføringslógini. Hetta er bert galdandi í hesum ítøkliga máli grunda á eina ítøkiliga meting.

Øll avgerðin hjá Brúkaraumboðnum kann lesast við at trýsta á hesi leinkju: http://bruk.fo/tioindi/avgerd-um-kaeru-motvegis-vodafone/