05.07.2011

Tíðindaskriv um heimasíðu við føroyskum økisnavni.

Heimasíður við føroyskum økisnavni sum kunnu metast fyri at verða ætlaðar føroyska marknaðin eru fevndar av marknaðarføringslógini. Tað er tí villleiðandi marknaðarføring smb. § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini, um tilboð á heimasíðum við føroyskum økisnavni ikki eru galdandi í Føroyum.

Brúkaraumboðið hevur fingið eina kæru um, at føroyski handilin Skousen, sum er partur av danskari handilsketu, á síni heimasíðu, www.skousen.fo, hevur lýst við einum tilboðsblaði, har tilboðini ikki vóru tøk til føroyska brúkaran, men bert galdandi í donskum Skousen handlum. Heimasíðan virkaði soleiðis, at um fari var inn á www.skousen.fo, varð brúkarin umstillaður til donsku leinkjuna www.skousen.dk. Brúkarin varð ikki upplýstur um umstillingina til donsku leinkjuna, og um at tilboðini á hesi heimasíðu ikki vóru galdandi fyri hann.

Brúkaraumboðið hevur gjørt føroyska Skousen handlinum greitt, at henda mannagongd er í stríð við § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini, sum ásetur, at marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, ikki er loyvd. Skousen í Føroyum hevur tikið undir við hesum, og hevur í hesum sambandi steðga heimasíðuniwww.skousen.fo.

Brúkaraumboðið hevur eisini gjørt Skousen greitt, at marknaðarføringslógin fevnir um marknaðarføring á internetinum, og at vinnurekandi tí eisini skulu tryggja, at marknaðarføring á heimasíðum teirra eru í tráð við ásetingarnar í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur ta fatan, at heimasíður við føroyskum økisnavni, tvs. enda við .fo, eru ætlaðar til føroyska marknaðin, og skulu tí verða í tráð við ásetingarnar í føroysku marknaðarføringslógini.