26.08.2011

Tíðindaskriv um marknaðarføring hjá Intone Clinic.

Upplýsningar um verulig viðurskifti í marknaðarføringsátøkum skulu kunna skjalprógvast. Ein fráboðan um “3 ferðir betri/skjótari úrslit enn aðrar líknandi viðgerðir” eru upplýsningar um verulig viðurskifti, og skulu tí kunna skjalprógvast fyri ikki at vera villleiðandi og/ella óhóskandi sambært § 3, stk. 1. og stk. 2 í marknaðarføringslógini.
Brúkaraumboðið fekk í juni mánað eina kæru um, at Intone Clinic í bløðunum lýsti við, at “Viðgerðir hjá Intone geva 3 ferðir betri/skjótari úrslit enn aðrar líknandi viðgerðir”.

Sambært § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini skulu upplýsingar um verulig viðurskifti kunna skjalprógvast fyri ikki at verða villleiðandi og/ella óhóskandi sambært § 3, stk. 1. og stk. 2.
Prógvbyrðan fevnir bæði um upplýsingar um vørur og tænastur, og um upplýsingar um lýsaran sjálvan og onnur vinnurekandi. Tað skal kunna prógvast, at fráboðaðu upplýsingarnir eru eftirfarandi í tíðarskeiðinum marknaðarføringsátakið er virkið.

Brúkaraumboðið hevur biðið Intone Clinic um skjalprógv fyri upplýsingunum í lýsingini. Intone Clinic hevur ikki megna at lyft prógvbyrðuna, og upplýsingarnir “3 ferðir betri/skjótari úrslit enn aðrar líknandi viðgerðir” eru tí ikki í tráð við § 3, stk. 3, og kunnu tí ikki lógligt nýtast.
Intone Clinic hevur tikið tekstin úr lýsingini, eftir at Brúkaraumboðið hevur staðfest, at teksturin ikki er í tráð við marknaðarføringslógina. Intone Clinic sigur seg vilja tryggja, at í framtíðini verður marknaðarføringin hjá Intone Clinic sum heild í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini.