04.07.2011

Tíðindaskriv viðvíkjandi marknaðarføring av “bake-off” breyðum

Í sambandi við marknaðarføring av “bake-off” breyðum eru fráboðanir sum “nýbakað” upplýsningar um verulig viðurskifti, sum skulu kunna skjalprógvast sambært § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur fingið ein fyrispurning, um tað er í tráð við marknaðarføringslógina, at Fast í síni marknaðarføring av “bake-off” breyðum nýtir útsøgnina “nýbakað”.

Brúkaraumboðið hevur í hesum sambandi biðið Fast um skjalprógv fyri um útsøgnin “nýbakað” hevur veruligt innihald. Samstundis hevur Brúkaraumboðið fráboða Fast, at brúkaraumboðið hevur ta fatan, at útsøgnin nýbakað bert kann verða nýtt, um deiggið er gjørt sama dag, sum tað verður selt, ella um deiggið hevur verið fryst, áðrenn tað verður nýtt. Tað er tí ikki í tráð við marknaðarføringslógina, at marknaðarføra forbakaðið rundstykkir sum “nýbakað”. Tílík marknaðarføring er villleiðandi sambært § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Fast hevur greitt brúkaraumboðnum frá, hvussu “bake-off” breyðini verða viðgjørd og samstundis fráboða, at útsøgnin “nýbakað” ikki longur verður nýtt í marknaðarføring av “bake-off” breyðum.