26.01.2017

Tilboð fyri samlimerki skulu haldast

Tá handlar bjóða kundum serlig tilboð fyri samlimerki, sum kundin fær saman við vanligum keypi, so eigur handilin at tryggja sær, at tilboðsvøran er tøk. Um handilin er í iva um nóg mikið er til av tilboðsvøruni, so eigur handilin greitt at tilskila í lýsingartilfarinum, at fyrivarni verður tikið.

Brúkaraumboðið sigur, tað sum hugsast skal um, tá lýst verður við tilboðum, er um tann vinnurekandi út frá eini støðumeting kann vænta, at eftirspurningurin á tilboðnum ikki kann nøktast. Við slíkum støðumetingum skal dentur verða lagdur á vøruslag, góðsku, prís og hvussu stórt marknaðarátakið verður. Eisini skal dentur vera lagdur á viðurskifti sum t.d. um tann vinnurekandi áður hevur upplivað, at veitarin ikki hevur megnað at veita nóg nógva vøru, um líknandi vøra áður hevur verið útseld innan fyri stutta tíð, og um talan er um eina serliga árstíðarbundna vøru.

Endamálið við ásetingini er, at brúkarin kann gera sær eina niðurstøðu, um tilboðið er vert at fara eftir, tvs. í hesum føri um tað er tað vert at samla merki sæð í mun til, at trygd ikki fæst fyri, at vøran er til taks, tá brúkarin skal keypa hana.

Hetta minnir Brúkaraumboðið ein Á-handil um, sum hevði boðið kundum sínum samlimerki, sum góvu avsláttur til keyp av ymiskari køksútgerð. Men tá ein kundi ætlaði at keypa eina pannu við avsláttri frá samlimerkjunum, var pannan útseld og í fyrsta lagi fekk kundin eina aðra pannu í staðin.

Kundin kærdi til Brúkaraumboðið, sum hevur viðgjørt klaguna.

Handilin upplýsir, at áðrenn tiltakið byrjaði, hevði handilin tryggjað sær, at veitarin hevði nokk av vøru at nøkta einum mettum eftirspurningi. Tiltakið fekk tó so mikið góða undirtøku, at veitarin fekk trupulleikar við at útvega júst ta einu pannuna. Handilin ger eisini vart við, at í treytunum stendur, at fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.

Brúkaraumboðið heldur, at fyrivarnið í lýsingartilfarinum ikki er nóg greitt sæð í mun til restina av tilfarinum, og Brúkaraumboðið mælir til, at handilin eina aðru ferð tryggjar seg hjá veitaranum, at brúkarin kann fáa ta vøru, sum lýst verður við.

Eisini vísir Brúkaraumboðið á, at um talan er um eitt marknaðarføringstiltak, har brúkarin skal samla merki til at keypa vøru fyri niðursettan prís, kann talan verða um villleiðandi marknaðarføring og marknaðarføring í stríð við góðan marknaðarføringssið, um brúkarin ikki fær hesa vøru.

Í hesum førinum bar til hjá handlinum seinni at útvega kundanum røttu pannuna. Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við hetta málið.

Brúkaraumboðið vísir til marknaðarføringslógina og leiðreglur, sum eru gjørdar um marknaðarføring av prísi. Bæði lóg og leiðreglur síggjast á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum – bruk.fo.

Beinleiðis leinkjan er her:

http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarforing-av-prisi/

Kunning um ofta spurt um marknaðarføring av prísi, ið er at finna her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/ofta-spurt-um-at-marknadarfora-pris/