04.12.2010

Tilboðini skulu halda

Tilboðini skulu halda
Skrivað hevur: Georg L. Petersen
Hósdagur 2. desember 2010, kl. 09.10, 231/133 – pengar.fo
Átala: Elding fekk herfyri eina átalu frá Brúkaraumboðnum fyri at hava lýst við eini telefon, sum handilin ikki kundi bjóða tá avtornaði – tað var ikki nógmikið at geva eina aðra telefon. Tað skulu nevniliga serstakliga góðar grundir til hjá einum handli ikki at halda tað hann lovar
Umberingar nytta einki, tá ein handil brýtur marknaðarføringslógina. Har skal eingin slingur vera í valsinum, og tær vørur ein handil bjóðar fram í einum tilboðsblaði, skulu eisini vera í handlinum, tá kundarnir koma.
Tað má Elding í Saltangará sanna, eftir at handilin hevur fingið átalu frá Brúkaraumboðnum.

Ikki í framleiðslu
18. august í ár fylti Elding í Saltangará trettan ár, og sendi í tí sambandi eitt tilboðsblað út. Eitt av góðu tilboðunum var ein fartelefon av slagnum Nokia 1616 fyri 99 krónur.
Men tá kundarnir keyptu fartelefonina og pakkaðu upp heima, vísti tað seg at vera ein onnur telefon í pakkanum, enn lýst varð við. Handilin kundi seinni upplýsa at orsøkin var, at Nokia 1616 ikki var í framleiðslu longur, og at kundarnir tí høvdu fingið eina aðra Nokia fartelefon.
Elding metti nýggju Nokia 1661 telfona vera betur enn tann, sum lýst var við.
Men tað fann kærarin seg ikki í – hann kendi seg villeiddan av handlinum, og fór til brúkaraumboðið, sum gav viðkomandi fult viðhald.
Talan var um villeiðandi marknaðarføring frá Elding.

Nyttuleysar umberingar
Elding helt ikki, at handilin hevði villeitt brúkaran, sum hevði fingið eina fartelefon, ið hevði betri dygd enn tann, sum stóð í blaðnum.
Elding helt eisini, at orðingin á forsíðuni um fyrivarni fyri útseldum vørum, prentvillum og skeivum myndum, kundi fríkenna handilin.
Og síðan vísti Elding á, at blaðið var farið til prentingar 3. august, og at Elding ikki hevði funnið út av villuni fyrr enn tveir dagar aftaná.
Men hetta helt ikki langt.
Brúkaraumboðið var ikki ósamt í, at brúkarin hevði fingið eina betri vøru, men tað stendur fast, at viðkomandi var komin til handils á skeivum grundarlagi. Brúkaraumboðið heldur, at ein tílík avgerð hjá handlinum er sjálvsøgd, men tað fríkennir ikki handilin.
Fyrivarnini kann Elding ikki brúka til nakað.
– Hin vinnurekandi kann ikki sleppa undan ábyrgd við at vísa til eitt generelt fyrivarni fyri prentvillum v.m. í sambandi við marknaðarføring sína, skrivar brúkaraumboðið.
Og at upplýsingarnir komu Elding fyri oyra eftir at blaðið var farið til prentingar, kann vera líkamikið. Blaðið bleiv nevniliga ikki borið út fyrr enn ellivu dagar eftir prent. Elding kundi prenta blaðið umaftur ella lagt eitt rættingarblað inn í.

Næstan meldað
Ofta plaga handlar at taka avgerðir hjá brúkaraumboðnum til eftirtektar, viðurkenna brotið og lova bót og bata. Men tað gjørdi Elding ikki, og heldur seg framvegis ikki hava gjørt nakað skeivt.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Elding brýtur marknaðarføringslógina, og tá kann ein vænta at málið verður meldað til løgregluna.
Men tað hendir ikki, tí brúkaraumboðið ikki metir brotið sum serliga stórt. Men tað kemur ein lítil peikifingur móti endanum av niðurstøðuni.
– Endurtøkubrot verður roknað at verða skerpaðar umstøður, uttan mun til orsøkina til tess, og tí kann Elding roknað við, at mál framyvir verða meldað til løgregluna, um talan er um brot á eina áseting, sum revsing kann verða áløgd fyri, og um Brúkaraumboðið annars metir grundarlag vera fyri tí, skrivar brúkaraumboðið.

Dimmalætting ©