06.10.2011

Upplýsingar um verulig viðurskifti í marknaðarføringsátøkum skulu kunna skjalprógvast

Upplýsingar um verulig viðurskifti í marknaðarføringsátøkum skulu kunna skjalprógvast fyri ikki at vera villleiðandi. Fráboðanir um “Lægsta dumpiprosent” og “Bíligasta koyrikortið fæst hjá okkum” eru upplýsningar um verulig viðurskifti, og skula tí kunna skjalprógvast fyri ikki at vera villleiðandi sambært § 3, stk. 1 og stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið fekk í apríl mánað 2011 eina kæru um, at Koyriskúlin í Miðbýnum v/ Árna- og Marner Andreasen á plakatum í Tórshavn lýsa við, at Koyriskúlin í Miðbýnum hevur lægsta dumpiprosentið í Havnini, og at tað á heimasíðuni hjá Koyriskúlanum í Miðbýnum stendur, at “Bíligasta koyrikortið fæst hjá okkum”.

Brúkaraumboðið hevur staðfest, at talan er um fráboðanir um verulig viðurskifti, og at upplýsingarnir tí skulu skjalprógvast sambært § 3, stk. 3 fyri ikki at verða villleiðandi sambært § 3, stk. 1 og stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur í hesum sambandi biðið Koyriskúlan i Miðbýðnum v/Árna- og Marner Andreasen um at lata inn skjalprógv fyri upplýsingunum á plakatunum og á heimasíðuni. Brúkaraumboðið hevur ikki fingið nøktandi skjalprógv, og hetta verður skilt sum, at Koyriskúlin í Miðbýðnum ikki megnar at lyfta prógvbyrðuna. Talan er sostatt um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 1. og stk. 2 í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið hevur gjørt Koyriskúlanum í Miðbýðnum greitt, at tílíkar útsagnir skulu kunna prógvast at vera eftirfarandi í sama tíðarskeiðið sum marknaðarføringsátakið er virkið.

Brúkaraumboðið hevur álagt Koyriskúlanum í Miðbýðnum v/Árna- og Marner Andreasen at tryggja, at marknaðarføringin hjá koyriskúlanum framyvir verður í tráð við ásetingarnar í marknaðarføringslógini.