28.01.2021

Upprunaligir prísir skulu upplýsast í lýsingum til brúkarar

Prísmerking í lýsingum skal týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørum, tá ið søluprísir verða lækkaðir. Hettar forðar ikki fyri, at príslækkingin eisini upplýsir príslækkingina í prosentum ella krónum.

Brúkaraumboðið hevur í sínum eftirliti sæð, at Sp/f Uno ikki upplýsir fyrrprísir, tá tilboð verða marknaðarførd. Brúkaraumboðið hevur mint Sp/f Uno á, at fyritøkan skal upplýsa upprunaliga prísin í teirra lýsingarbløðum. Sp/f Uno hevur greitt Brúkaraumboðnum frá, at Sp/f Uno hevur avritað lýsingartilfar úr donskum til føroyskt, og í tí sambandi hava tey ikki varnast, at marknaðarføringslógin verður brotin.

- Brúkarin skal týðiliga síggja tann upprunaliga prísin á vørunum, tá ið søluprísir eru lækkaðir, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið staðfestir, at Uno Skousen beinanvegin broytti lýsingarnar til at vísa tann upprunaliga prísin á vørunum, og at leiðslan hjá Sp/f Uno hevur tikið málið upp mótvegis teimum starvsfólkum, sum fáast við at skriva inn upplýsingar, og álagt teimum frameftir at fylgja nevndu áseting.

Tá Sp/f Uno soleiðis hevur tikið stig til, at brotið ikki endurtekur seg samanhildið við, at upprunaprísirnir eru rættaðir í lýsingarblaðnum á heimasíðuni og facebook, verður við hesum givin ein átala fyri brotið. Brúkaraumboðið fer framhaldandi at fylgja, at upprunaprísurin verður upplýstur.

Viðkomandi reglur:

§ 9, stk.1. Sølufremjandi tiltøk, eisini slík, ið geva eitthvørt framíhjá, t.d. avsláttarmerki, avsláttur, skipanir við eykaágóða og virðislønarkappingar, skulu marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru týðiligar og greiðar fyri brúkaran og soleiðis, at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar. Týðandi upplýsingar, t.d. virði á eykaveitingum, sum greidliga kunnu avlaga búskaparligu atferð brúkarans, mugu ikki leggjast burturímillum.

Stk. 2. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

Stk. 3. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.