20.05.2014

Varning um hert eftirlit Útgivið, tann 20. May 2014

Tíðindaskriv:

Brúkaraumboðið hevur sent Handilsvinnufelagnum og øðrum vinnurekandi varning um hert eftirlit við marknaðarføring av prísi á gerandisvørum og brúkslutum.

Sum fylgju av, at leiðreglurnar um marknaðarføring av prísi vórðu settar í gildi á sumri 2013, er neyðugt at kanna um marknaðarføringsreglurnar verða fylgdar, sigur Brúkaraumboðið.

Endamálini við leiðreglunum eru at tryggja brúkarunum ímóti villleiðandi marknaðarføring. Tað skal bera til skjótt og ómakaleyst at meta um ymisk tilboð og gera sær eina niðurstøðu um prís.

Tað er eisini av týdningi fyri vinnurekandi at hava greiðar og eins spælireglur og at vinnurekandi, ið ikki fylgja reglunum, ikki fáa kappingarfyrimun í mun til vinnurekandi, ið fylgja marknaðarføringslógini og leiðreglunum.

Herda eftirlitið varir ætlandi árið út. Eftirlitið tekur støði í marknaðarføringslógini og leiðreglunum fyri marknaðarføring av prísi og verður m.a. hugt at:

• Eru fyrrprísir upplýstir;

• Er ein tilboðsvøra niðursett í mun til ein prís, ið vøran hevur havt í ávíst tíðarskeið frammanundan;

• Er vøran tøk;

• Um vøran ikki er tøk, er upplýst um avmarkaða nøgd;

• Stemmar kvittanin;

• Villleiðandi marknaðarføring;

Brúkaraumboðið hevur givið teimum vinnurekandi, ið ikki hava marknaðarføringina í lagi, freist til 1. juli 2014 at rætta marknaðarføringina. Eftir 1. juli 2014 kann væntast, at Brúkaraumboðið tekur hetta til viðgerðar og fylgir hesum víðari – alt eftir, hvørji brot talan er um.

Um brúkarar ynskja at fráboða brot á marknaðarføring av prísi, kann hetta gerast umvegis heimasíðuna hjá Brúkaraumboðnum www.bruk.fo ella við telduposti á bruk@bruk.fo.

Leiðreglurnar fyri marknaðarføring av prísi eru at finna á heimasíðu Brúkaraumboðsins. Leinkjan er her: http://bruk.fo/vegleidingar-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarfoering-av-prisi/

Tórshavn, tann 20. mai 2014

Rannvá Ragnarsdóttir
Brúkaraumboðið