02.07.2010

Vegleiðing fyri marknaðarføring mótvegis børnum og ungum galdandi frá 1. juli 2010.

Brúkaraumboðið sendi vegleiðing í samráð við Mentamálaráðið til hoyringar hjá skúlaleiðslunum kring landið. Eftir at hoyringsskeiðið varð runnið er vegleiðingin galdandi fyri komandi skúlaár.

Vegleiðingin fevir í stuttum um hesi viðurskifti:

Í nýggju marknaðarføringslógini § 8, 1. stk., verður týðuliga ásett, at fyritøkur skulu vísa atlit, tá tær marknaðarføra mótvegis børnum og ungum, tí børn og ung eru løtt at ávirka og vanta royndir og evni til at meta um ymisk viðurskifti. Ung og serliga minni børn megna ikki ella hava trupulleikar við at gjøgnumskoða og meta um kunning.

Sambært § 8, 2. stk., í marknaðarføringslógini, má marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnanýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð. Tað framgongur eisini í ásetingini, at marknaðarføring, ið vendir sær til henda bólk, ikki á ósømiligan hátt má brúka harðskap, ótta ella pátrúgv sum ávirkanaramboð.

Henda vegleiðingin er fyrst av øllum ætlað sum hjálp til fyritøkur, reklamuvirki, sakførarar og aðrar ráðgevar. Hon endurgevur hvussu Brúkaraumboðið vil tulka § 8 í marknaðarføringslógini, og ber fram tey sjónarmið, sum Brúkaraumboðið ætlar at leggja til grund fyri sína fyrisiting av lógargreinini. Vegleiðingin kann sostatt ikki fatast sum ein “forhandarmeting” til vanligar marknaðarføringsstøður. Í síðsta enda vilja tað vera dómstólarnir, ið staðfesta, um ásetingar í marknaðarføringslógini eru brotnar, og um nakað revsivert er farið fram.

Tá ein fyritøka hevur børn og ung sum málbólk, má hon taka atlit til henda bólk av ungum brúkarum/kundum, og átaka sær sína etisku ábyrgd. Í lógini er lagt upp til, at fyritøkurnar eru tilvitaðar um hesa ábyrgd, ið við fyrimuni kann handfarast umvegis egnar etiskar reglugerðir.

Børn ung marknaðarføring – 1. udg.