15.02.2021

Vegleiðing um at brúka kappingar í tíni marknaðarføring

Brúkar tú kappingar í tíni marknaðarføring t.d. á Facebook og Instagram?

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing, ið hjálpir tær at halda lóg um marknaðarføring. Brúkaraumboðið hevur brúkt norsku vegleiðingina sum fyrimynd.

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við fleiri ásetingum, sum eru galdandi fyri marknaðarføring av kappingum við vinningi.
Henda vegleiðingin viðger nøkur viðkomandi evni um, hvat tú sum vinnurekandi eigur at hugsa um frammanundan, ímeðan og eftir at tú
hevur skipað fyri kapping, til dømis á netsíðum ella á sosialum miðlum.

Leinki til vegleiðingina er at finna her: https://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/vegleiding-til-kappingar/