15.07.2021

Vegleiðing um marknaðarføring av bústøðum

Nýggj vegleiðing um at marknaðarføra bústaðir er at finna á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum. Ein bústaður er størsta og týdningarmesta íløgan, brúkarar gera í lívinum, og vanliga ganga mong ár ímillum hvørja ferð, at ein brúkari keypir ein bústað. Tá ið brúkarar skulu inn á húsamarknaðin, er tað nógv kunningartilfar at seta seg inn í og skilja. Umframt allar tær faktisku og fíggjarligu upplýsingarnar um fastognina, eru brúkarar eisini noyddir at kunna seg um lán, tryggingar og møguliga tilgongdina viðvíkjandi sølu av núverandi bústaði. Tí er tað serliga umráðandi, at upplýsingarnar um fastognina verða bornar fram á ein javnvigaðan og greiðan hátt, so at brúkarar kunnu kunna seg á marknaðinum og samanbera bústaðir, uttan at tað verður óneyðuga tíðarkrevjandi.

Vegleiðingin er at finna her: marknaðarføring av bústøðum