07.07.2011

Vinnulig eyðkenni hjá Ergo og Intone.

Samandráttur:

Brúkaraumboðið fær eina kæru um, at Ergo á síni heimasíðu lýsir við, at ein ávís slanki viðgerð fæst bert hjá Ergo. Kærari sigur, at fráboðanin ikki er røtt, tí at kærari eisini veitir slanki viðgerðir av hesum slag.

Ergo vísur á, at tað sum Ergo lýsir við er, at Ergo er tann einasti sum hevur eina maskinu, Ultra Lipo system, sum verður nýtt til hesa slanki viðgerð, og at tað er slanki viðgerð við júst Ultra Lipo system, sum bert fæst hjá Ergo.

Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um hvørt upplýsningarnir á heimasíðuni hjá Ergo eru í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini.

Í hoyringsumfarinum vísir Ergo á, at kærari ikki kann nýta hugtakið Ultra/Lipo á síni heimasíðu, tí at maskinan hjá kærara ikki er av slagnum Ultra Lipo system, men eitur Ultratone, og at kærari ti nýtir eitt vinnuligt eyðkenni hjá Ergo. Brúkaraumboðið hevur orsakað av hesum eisini valt at kanna, um upplýsningar á heimasíðuni hjá kærara eru í tráð við ásetingar í marknaðarføringslógini.

Viðkomandi ásetingar í marknaðarføringslógini fyri hettar mál:

Villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring

§ 3. Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.
Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.

Góður marknaðarføringssiður

§ 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð.

Vinnulig eyðkenni

§ 18. Tað er ikki loyvt vinnurekandi at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.

Kærari vísur í hoyringsskrivi m.a. á:

  • Fyri at taka tað fyrsta so brúka vit ultra/lipo í okkara lýsing tí tað er ein viðgerð sum vit hava, har vit arbeiða við ultraljóði og einum programmi sum eitur lipolyse (orði lipolyse er feitt). Vit hava brúkt tað í fleiri ár, langt áðrenn Ergo byrjaði.

  • Vit hava als ikki kopiera navnið, tí vit brúkti tað sum sagt áðrenn hon var her við síni klinikk. At okkara maskinur eita ultra tone , hevur onki við hvat við kunnu viðgera fyri. Tað er eitt navn á eini maskinu, tað sum vit lýsa við er hvat hesa maskinur kunnu hjálpa fyri .

  • Tað sum eg havi víst á er, at Ergo sigur at tey eru tey einastu í Føroyum sum  kunnu geva hesa viðgerð, knúsa feitt, men tað er ein lygn, eg havi dokumentation fyri at vit gera tað sama. Hon hevur við hesum gjørt at kundar hjá mær hava sett spurnartekin við tað sum vit hava sagt, og tí skal hon fjerna tað sum hon lýsir við, at hon er tann einasta sum kann geva slíka viðgerð.

  • Rætt er at vit ikki hava somu maskinur, men vit knúsa eisini feitt. Hon sigur at vit kopiera , haldi hetta er so láturligt, tí “uttan skurðviðgerð” og nógv onnur dømi, tú kanst fara inn á heimasíðuna hjá in tone, hava vit havt allatíðina, tað er Hon sum kopierar.

Ergo vísur m.a. í hoyringsskrivið á:

  • Sum eg fyrr havi greitt frá, so er “Ultra Lipo” navni á okkara maskinu, og ikki navni á einari ávísari viðgerð. Í Føroyum finst bert ein tílík maskina, tað er okkara, og tí kunnu vit lýsa við at tað bert er hjá Ergo at tann viðgerðin kann fáast, Intone hevur ikki eina tílíka maskinu.

  • Tá nú InTone so fegin vil hava alt uppá pláss, so vil eg faktist biða teg um at syrgja fyri at InTone, tekur navnið Ultra/Lipo burtur úr teirra lýsingum og av heimasíðu teirra, navnið Ultra Lipo er navni á okkara maskinu, og ikki navni á einari ávísari viðgerð.
  • Maskinan sum intone nýtir til ultra/lipo viðgerðirnar eitur ultra tone, og tí burdi intone kalla sína viðgerð ultra/tone viðgerð, men fyri at taka fyrimun av okkara serstakliga effektivu og vælumtóktu viðgerð, so hava tey kopiera navnið. Fleiri kundar, hava beinleiðis sagt við okkum, at tey trúu Intone hevði keypt somu maskinu sum vit, tí tað stóð Ultra/Lipo í lýsing í Sosialinum.

Niðurstøða

Sambært § 21, stk. 1. Í marknaðarføringslógini umsitur Brúkaraumboðið marknaðarføringslógina, og hevur í tí sambandi eftirlit við at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar. Brúkaraumboðið hevur í sambandi við hettar mál valt, at kanna bæði heimasíðuna hjá bæði Ergo og kærara.

Sambært § 3, stk. 1. mugu vinnurekandi ikki í síni marknaðarføring nýta nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum. Harafturtrat skula upplýsingar um verulig viðurskifti um neyðugt, verða skjalprógvaðar, sambært § 3, stk. 3.
Á heimasíðuni hjá Ergo er fráboða, at hjá Ergo fæst UltraLipo “Feittsúgving uttan skurð” til kvinnur og menn, at hetta er ein kavitatión viðgerð, at viðgerðin verður framd við UltraLipo system, og at viðgerðin við UltraLipo system apparatinum fæst bert hjá Ergo Vælveru.

Brúkaraumboðið metir ikki, at teksturin viðgerðin við UltraLipo system apparatinum, fæst bert hjá Ergo Vælveru, kann skiljast sum ein fráboðan um, at tað bert er Ergo, sum veitir slankiviðgerðir við ultraljóði í Føroyum. Teksturin fráboðar, at tað sum bert fæst hjá Ergo er viðgerð við UltraLipo system apparatinum, og ikki ultraljóð slanki viðgerðir sum heild. Brúkaraumboðið metir tí ikki, at so leingi sum ta veruliga bert er Ergo sum veitir viðgerðir við eini maskinu sum eitur UltraLipo System, at fráboðaði teksturin er í stríð við § 3, stk. 1. um villleiðandi og skeivar upplýsningar. Brúkaraumboðið vil í hesum sambandi upplýsa um, at Ergo til eina og hvørja tíð skal kunna skjalprógva upplýsningar um verulig viðurskifti í síni marknaðarføring sambært § 3, stk. 3. Ergo, og vinnurekandi sum heild, skula tí verða varin við útsøgnum sum “bert hjá okkum”, tí tílíkar útsagnir skula kunna skjalprógvast. Ergo skal tí eisini framhaldandi tryggja, at tað á heimasíðuni greitt verður fráboða, at tað sum bert fæst hjá Ergo, er ein viðgerð við eini ávísari maskinu, og ikki ein ávís viðgerð.

Á heimasíðuni hjá kærara verður fráboða tað fæst ein ULTRA/LIPO/ 3- i -1behandling, og at talan er um eina samanseting av ultraljóð og eina lipolysu biostimulation. Ergo ger í hesum sambandi galdandi, at kærari av órøttum marknaðarførir sínar viðgerðir við navninum á maskinuni hjá Ergo. Hetta tí, at maskinan hjá kærara eitur Ultra tone, og maskinan hjá Ergo eitur Ultra lipo.

Sambært hoyringsumfarinum er greitt, at kærari veitir viðgerð ultraljóð og lipolysu biostimulation við eini maskinu sum kallast Ultratone. Útsøgnin ULTRA/LIPO/ 3- i -1behandling er tí ein viðkomandi stytting av sjálvari viðgerðini sum Intone veitur. Útsøgnin inniheldur tí ikki skeivar ella villleiðandi upplýsningar, og er tí ikki fevnd af § 3, stk. 1. í marknaðarføringslógini.

Sambært § 1, stk. 1 skulu vinnurekandi  sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál. Við tað at § 1 er ein heildartreyt, kundi ein ítøkilig meting ført til at eitt marknaðarføringsátak hjá einum vinnurekandi , sum í síni marknaðarføring nýtti navni á eini maskinu hjá einum øðrum vinnurekandi, ikki sýndi góðan marknaðarføringssið.

Við tað at útsøgnin er ein viðkomandi stytting fyri viðgerðina hjá kærara, er talan ikki um eina avskrift av navninum á maskinuni hjá Ergo. Útsøgnin er ítøkilig fyri viðgerðina hjá kærara, og er tí heldur ikki í stríð við § 1, stk. 1 um góðan marknaðarføringssið.

Sambært § 18 mugu vinnurekandi ikki nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum. Ásetingin er ein heildartreyt, sum m.a. verjir eyðkenni sum knýta seg at virkseminum hjá einstøkum vinnurekandi. Hetta kann m.a. vera vørumerki, firmanøvn o.a. Av tí at talan er um eina heildartreyt, er tað møguligt, at navni á eini maskinu sum verður nýtt til ávíst vinnuvirksemi kundi verið fevnt og vart av § 18.

Kærari og Ergo dríva vinnuvirksemi innan fyri somu vinnugrein. Hugtøk sum báðir partar nýta í síni marknaðarføring og í lýsingum av sínum tænastum á sínum heimasíðum kunna tí lættliga koma at líkjast.

Brúkaraumboðið metir ikki, at navni á maskinuni hjá Ergo “Ultra Lipo” í hesum ítøkiliga máli kann metast fyri at vera eitt vinnuligt eyðkenni sum er fevnt av § 18. Talan er um eitt navn á eini maskinu, sum verður nýtt til eina ávísa viðgerð, og hugtøkini í navninum á maskinuni síggjast aftur í hugtøkum sum verða nýtt til at lýsa viðgerðina, sum maskinan fremur. Tá tað eru onnur vinnurekandi í føroyum sum veita líknandi slanki viðgerðir, har somu hugtøk verða nýtt at lýsa hesar viðgerðir, er talan ikki um eitt vinnuligt eyðkenni hjá Ergo.

Upplýsningarir á heimasíðunum hjá kærara og innkærda sum kært hevur verið um eru sostatt ikki í stríð við ásetingar í marknaðarføringslógini.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hettar mál.