Fjald lýsing - vegleiðing


  • Fjald lýsing

    Henda vegleiðingin snýr seg um, hvussu tú, sum leggur lýsingar út á sosialar miðlar, mást merkja greinirnar soleiðis, at tú heldur marknaðarføringslógina. Harumframt gevur vegleiðingin eitt yvirlit yvir aðrar reglur í marknaðarføringslógini, sum ofta eru viðkomandi, tá ið tú nýtir sosialar fjølmiðlar sum eina rás til lýsing.

    Vegleiðingin er í høvuðsheitum ætlað tær, sum fært gjald ella aðrar fyrimunir fyri at umrøða ella leggja út okkurt um framleiddar lutir, tænastur ella vinnurekandi á vangamyndum tínum í sosialum miðlum ella/og á bloggi.

    Stutt um innihaldið:

    • Í ”Hvat skal eg merkja?” finnur tú eina frágreiðing um, nær lógarreglurnar um lýsing eru galdandi
    • Í ”Hvussu skal eg merkja?” greiða vit frá, hvussu lýsing skal merkjast
    • Í ”Hvat annað má eg hugsa um?” minna vit á fleiri reglur, sum eru týdningarmiklar at hava í huga, tá ið ein fæst við lýsing á sosialum miðlum.
    • Í ”Soleiðis er lógin” greiða vit frá, hvørjar reglur vit hava havt sum grundarlag, tá ið vit hava evnað hesa vegleiðingina til, og at tær eisini eru galdandi fyri lýsarar, kervi og lýsingastovur, ið samstarva við teg.

    Vegleiðingin er galdandi fyri allar sosialar miðlar, til dømis blogg, Facebook, Instagram, Twitter og Snapchat.

    Um Brúkaraumboðið

    Vit hava eftirlit við, at vinnurekandi í marknaðarføring sínari halda marknaðarføringslógina, handilssiðvenju og avtalutreytir.

    Henda vegleiðingin ger vart við umráðandi krøv, sum vit úrleiða úr lógini, og hvørjar treytir vit leggja til grundar, tá ið vit handhevja lógina. Tá ið vit nýta orðini ”skal”, ”má” ella tílíkt, siga tey frá, hvørji krøv lógin setur. Tú brýtur lógina, um tú ikki heldur hesi krøvini. Tá ið vit skriva ”eigur”, ”kann” ella tílíkt, so hava vit ikki tikið støðu til, um tað í øllum førum man vera ólógligt at bera seg at í stríð við hesi krøvini, men taka støðu til hetta í hvørjum einstøkum føri. Vilt tú vera púra vís/ur í ongantíð at bróta lógina, mást tú virða bæði ”skal” og ”eigur”-krøvini. Vit gera eisini vart við, at aðrar reglur enn tær, sum verða viðgjørdar í hesari vegleiðingini, kunnu vera umráðandi.

  • Hvat skal eg merkja?

    Fjald lýsing er bannað. Lógin krevur, at marknaðarføring skal verða orðað og víst fram soleiðis, at hon týðiliga er sum marknaðarføring í útsjónd.

    Tað ber í sær, at um tú leggur út lýsing ella marknaðarføring á rásir ella á støð, sum eisini hava annað slag av innihaldi, mást tú síggja til, at marknaðarføringin greitt og týðiliga skilur seg burtur úr hinum innihaldinum.

    Hetta er galdandi, hóast tú kanst svara fyri tað, tú leggur út, og tað er galdandi bæði fyri jaliga og neiliga umrøðu.

  • Hvat er í grundini lýsing og marknaðarføring?

    Lýsingar og marknaðarføring er alt, sum kann vera við til at fremja søluna hjá einum vinnurekandi av einum luti ella einari tænastu, og sum tú leggur út, tí at tú fært gjald fyri tað, ella fært aðrar fyrimunir við at gera tað. Marknaðarføring verður ofta kallað lýsing. Tá ið vit skriva lýsing í hesari vegleiðingini, meina vit við øll sløg av marknaðarføring.

    Dømi um lýsing:

    • Tú fært gjald fyri at leggja okkurt út um eina vøru, ein lut, eina tænastu ella ein vinnurekandi. Tað er lýsing, sama um tað, tú leggur út, er tín ærliga meining ella um tann, sum hevur goldið tær, hevur gjørt av, hvat tú skalt leggja út.
    • Tú sleppur at læna okkurt, fært ymiskt ókeypis, sleppur við til tiltøk ella á ferðir ella fært ókeypis tænastur ella avsláttir ímóti eini vón um, at tú umrøður tað ella letur tað koma týðiliga til sjóndar.
    • Tú hevur eina avtalu um, at tú skalt gera týðiliga vart við ein vinnurekandi (t.d. sum ”umboðsfólk” ella ”samstarvsfelagi”). Hetta er galdandi bæði, um tað er avrátt, at tú skalt leggja út serstakar lutir, og um tú umrøður ella varpar ljós á vørur ella tænastur, sum tann vinnurekandi kann kennast aftur við og fáa eina ávirkan við marknaðarføring av.
    • Tú skipar fyri kappingum ella býtir út ”giveaways” fyri ein vinnurekandi.
    • Tú nýtir lýsingaleinki, sum geva tær samsýning t.d. fyri hvørt klikk ella keyp. Øll ljósvarping ella umrøða av handilsfyritøkuni ella veitingini, tú vísir leinki til á ein hátt, sum kann geva leinkjunum, tú leggur út, meiri ferðslu, er tá eisini lýsing.
    • Tú rekur títt egna virki og leggur út eginlýsing. Tað kann til dømis vera, at tú hevur títt egna klædnaúrval ella nethandil, og tað, tú leggur út á tína persónligu vangamynd í sosialum miðlum ella á blogg, er við til at fremja sølu av vørum ella tænastum, sum tú hevur ein áhuga í. Hetta er galdandi, sama um tú rekur eina vinnufyritøku einsamallur/einsamøll, ella um tú gert tað í samstarvi við onnur.Um tú t. d. hevur lýsing í einum bloggskrivi, mást tú eisini merkja skrivið á Facebook, Instagram ella Snapchat, sum bera fram hetta bloggskrivið. Tað er ikki loyvt at fáa nakran til at fara inn á eitt lýsingaskriv, uttan at tey eru greið um, at talan er um lýsing.Okkara viðmæli er, at tú eigur at merkja, um tú ert í iva - so sleppur tú undan at bróta lógina. Tað er aldri skeivt at vera ærligur og greiður móti fylgjarum sínum.

    Á bruk.fo finnur tú eina styttri vegleiðing um, hvussu tú eigur at frámerkja í sosialum miðlum. Hon kann vera gagnlig at lesa, um tú ivast í, um tú mást merkja.

    Krav til merking er galdandi í øllum miðlum. Ein grein skal vera merkt sum lýsing, hvørja ferð vøran ella tænastan verður umrødd, ella ljós verður varpað á hana á ein hátt, sum hevur marknaðarføringsvirði.

  • Hvussu skal eg merkja?

    Tú ræður sjálv/ur fyri, hvussu tú vilt merkja, so leingi lógarinnar krøv verða hildin, soleiðis at lýsingin týðiliga vísir seg sum lýsing.

    Øll skulu duga at síggja, at tað er lýsing frammanundan ella samstundis, sum tey síggja tað, tú hevur lagt út, sama um tey eru fastir fylgjarar hjá tær, ella um tey av tilvild síggja innihaldið, tú hevur lagt út. Í hesari vegleiðingini kalla vit øll, sum síggja innhaldið, tú leggur út, fylgjarar.

  • Hvar tú setur merkingina og sniðið á henni

    Fyri at tað skal vera týðiligt, at tað er lýsing, má merkingin hava:

      • sjónliga staðseting,
      • týðiliga skrift og
      • nóg stóra skrift
      • Við sjónliga staðseting verður meint eitt stað, sum ger, at ein sær merkingina alt fyri eitt. Hugsa um, hvussu tú kanst merkja greinina soleiðis, at hon eisini vísir seg sum lýsing, um hon verður spjadd, og at eisini tey, sum ikki fylgja tær javnan, skulu skilja, at tað er lýsing. Ein skal ongantíð noyðast at leita ella skrulla í einari grein fyri at raka við, at tað er lýsing. Ein tummilsregla er, at lýsingmerkingin eigur at fanga eygað, tá ið ein sær lýsingina.
      • Merkingin kann til dømis gerast ov mikið ótýðilig, um hon stendur:
      • niðarlaga
      • langt úti á breddanum
      • við lítlari skrift
      • nær einari mynd, sum tekur ansin. Merkingin eigur í minsta lagi at vera sniðgivin í somu skriftstødd sum annar tekstur í greinini. Er skriftstøddin á merkingini ov lítil samanborið við annan tekst, til dømis eina yvirskrift, kann tað lætt henda, at ein ikki fær hana við, og tá kanst tú vera í vanda fyri at bróta lógina.
      • Leggur tú lýsingaleinki út, mást tú eisini merkja tey umframt sjálva greinina.
      • Skriftin kann gerast týðilig við at brúka ein annan lit ella draga hana fram á annan hátt.
  • Orð, sum eru týðilig

    Tað er umráðandi, at tú nýtir týðiligar orðingar, sum øll skilja. Hesi orðini eru nóg týðilig:

      • lýsing
      • sølulýsing
      • Við at nýta sovorðin ella onnur orð, sum ikki eru líka týðilig sum ”lýsing” ella ”sølulýsing” sum merking, ert tú í vanda fyri at bróta lógina. Tað sama er galdandi, um tú merkir sjálva greinina við ”lýsingaleinkjum”. Tað, tú leggur út saman við lýsingaleinkjum, er eisini lýsing, og tí mugu fylgjararnir skilja, at øll greinin er lýsing. Eru lýsingaleinki við í greinini, kanst tú merkja við ”lýsing” ella ”sølulýsing” fyrst í stubbanum, og heldur nýta orðið „lýsingaleinki“, tá ið tú skalt merkja sjálv lýsingaleinkini so hvørt í einari grein.
      • Tú eigur at vera reglufastur/-føst í sambandi við, hvørji hugtøk tú nýtir til at merkja nakað sum lýsing. Nýtir tú mong ymisk hugtøk um okkurt, sum í roynd og veru er tað sama – tað er lýsing - kann hetta gera tað ógreitt, um tað er lýsing ella ikki, og so brýtur tú lógina. Tú kanst heldur greiða nærri frá í grein tínari, hvat ið er grundin til, at tú merkir stubban sum lýsing, um tú vilt tað.
      • Onnur orð og máliskur, sum til dømis ”í samstarvi við”, ”kapping”, ”viðmæli fyri”, og ”tilknýtisleinki” siga ikki frá, at stubbin er lýsing.
  • Dømi um góða merking í ymsum miðlum

    Tú ræður sjálv/ur fyri, hvussu tú vilt merkja, so leingi krøvini í teimum fyrru brotunum verða hildin. Niðanfyri koma dømi um, hvussu tú kanst merkja í ymsum miðlum.

    Bloggur:

    Fyri at lesarar tínir skulu skilja, nær tú lýsir á bloggi tínum, mást tú merkja greinina ovast, soleiðis at tað er tað fyrsta, lesarar tínir síggja. Harumframt kanst tú t.d. nýta eina aðra uppseting ella bakstøðislit á greinum, sum eru lýsingar.

    Skrivar tú eina grein, sum bæði hevur í sær lýsing og annað ikki-handilsligt innihald, mást tú framvegis merkja ovast á greinini.

    Um tú flokkar greinirnar á bloggi tínum í ymisk evni við heitum sum eitt nú ”matur”, ”gerandislív” og ”ymist”, og harumframt hevur eitt serheiti fyri greinir, sum hava í sær lýsing, er tað ikki neyðturviliga nóg góð merking í sjálvum sær. Fyri at hetta skal rigga sum lýsingafrámerki, eigur tú at gera heitið fyri lýsing serliga sjónligt, so at hon ikki hvørvur millum øll evnini.

    Instagram:

    Tað greiðasta er at merkja sjálva myndina á Instagram. Tú kanst eisini merkja myndina við #lýsing ella skriva ”lýsing” fyrst í sjálvum myndatekstinum. Tað er ikki nóg gott at skriva lýsing til endans í einari langari røð av hashtags ella til endans í einum longum teksti.

    Tað er ikki nóg gott bara at marka myndina við vanganavninum hjá tí vinnurekandi, sum tú lýsir fyri.

    Facebook:

    Dømi: ”Lýsing fyri XX (lutur). Her er leinki til dagsins grein, har eg vísi míni ”stylingtips”

    Tú kanst seta merking í støðubjálkan, ella tú kanst t.d. síggja til, at tað skilst týðiliga av heitinum á tí, tú leggur út. Leggur tú leinki til lýsingagreinir út á aðrar miðlar sum t.d. blogg ella Instagram á tínari Facebooksíðu, skulu bæði upprunagreinin og tað deilda á Facebook verða merkt sum lýsing.

    Snapchat:

    Á Snapchat kanst tú merkja lýsing við at skriva kláran tekst á myndina, ella nýta onnur amboð, um tað er lætt at kenna aftur sum lýsingamerking.

    Twitter:

    Á Twitter eigur merkingin at verða sett fyrst í tekstinum ella aðrar staðir, har hon er sjónlig samanborin við annan tekst. Býtir tú lýsingatilfar út av bloggi ella øðrum sosialum miðlum á Twitter, mást tú eisini merkja tína Twitter-grein.

  • Hvat annað má eg hugsa um?

    Farið varisliga fram mótvegis børnum.

    Marknaðarføringslógin skal tulkast strangari, tá ið børn og ung eru málbólkurin fyri lýsingini.

    Forboðið móti fjaldari lýsing er serliga umráðandi fyri henda bólkin. Børn og ung eru virknir brúkarar á sosialum miðlum og hava torførari at skilja, hvat ið er lýsing, og at skilja hetta frá øðrum innihaldi. Tað merkir, at um tú hevur fylgjarar, sum eru undir 18 ára aldur, mást tú leggja tær serliga nær við at kunna týðiliga um, hvat ið er lýsing, á einum máli, sum børn duga at skilja.

    Hevur tú smá børn sum málbólk, kann tað vera ólógligt at blanda lýsing upp í annað innihald, hóast tú merkir, tí tað verður ikki týðiligt fyri teimum, hvat ið er lýsing, og hvat ið ikki er tað, hóast tú merkir týðiliga.

    Einstakar vørueindir eru, sum tað ikki hóskar at lýsa fyri, um tú hevur fylgjarar undir 18 ára aldur. Dømi um óhóskandi marknaðarføring á sosialum miðlum við ungum fylgjarum, kunnu vera klænkitilboð, brúkslán og kosmetisk skurðviðgerð. Um tú ivast í, um ein vøra hóskar at verða marknaðarførd á vangamyndum tínum á sosialum miðlum, kanst tú seta teg í samband við okkum og fáa vegleiðing.

    Skeiv, villleiðandi og ólóglig lýsing. 

    Tá ið tú sendir lýsing, hevur tú ábyrgd av, at tað, tú leggur út, er rætt og ikki gevur fylgjarunum eina skeiva fatan.

    Hóast tú leinkjar víðari til eina netsíðu, har brúkarar kunnu fáa neyvari kunning um tað, tú umrøður, hevur tú ábyrgd av, at marknaðarføringin, sum tú leggur út á rásina, er røtt. Ein tummilsregla er at spyrja teg sjálva/n, um tú gevur eina sanna mynd av tí, tú umrøður, so at eingin vandi er fyri, at nakar verður lumpaður ella fær skeivar vónir um tað, tú umrøður.

    Umframt at merkja lýsing, mást tú tí hugsa um hetta, tá ið tú leggur lýsing út:

    • Eru upplýsingar, eg gevi um vøruna, rættar? Kunnu tær skjalprógvast?
    • Havi eg umrøtt tað týdningarmesta um hesa vøruna, so at fylgjararnir ikki fáa skeiva fatan?
    • Til dømis:
    • ” Er prísurin á vøruni rættur? Eru onkrar eykaútreiðslur, sum ikki slepst undan, um ein vil keypa vøruna?
    • ” Er tað týðiligt, um eg reklameri fyri einum haldi ella einum einstøkum keypi?
    • ”Er tað greitt, hvørjar treytir galda fyri at vera við í kappingum og tiltøkum?
    • Harumframt eru serreglur, sum aðrir myndugleikar enn Brúkaraumboðið hava eftirlit við. Tú eigur millum annað at vita, at tað er ikki loyvt at reklamera fyri tubbaki, alkoholi, ikki-góðkendum pengaspølum ella ólógligum vørum.
  • Soleiðis er lógin

    Niðanfyri greiða vit frá, hvørjar reglur vit hava sum støði, tá ið vit hava orðað hesa vegleiðingina.

    Forboð móti fjaldari lýsing

    Sambært marknaðarføringslógini § 4, stk. 1, skal øll marknaðarføring vera orðað og borin fram soleiðis, at hon týðiliga skilst sum marknaðarføring. Hetta ber í sær, at marknaðarføringin skal ikki vera torfør at kenna aftur og eyðmerkja.

    Merkir ein ikki grein sína nóg væl sum marknaðarføring, verður tað ein villleiðandi burturúrløga av upplýsingum í stríð við mfl. § 3.

    At verja børn

    Marknaðarføringlógin hevur ein serligan kapittul 3 um at verja børnini, sum ber í sær, at reglurnar í marknaðarføringlógini skulu tulkast strangari, um lýsing er beind móti børnum, um børn kunnu síggja ella hoyra hana, ella um hon er av serligum áhuga hjá børnum.

    Rong og villleiðandi lýsing

    Í marknaðarføringslógini eru fleiri reglur, sum skulu tryggja, at brúkararnir ikki fáa skeiva kunning ella skeiva fatan av marknaðarføring. Høvuðsreglurnar eru at finna í Marknaðarføringslógini §§ 3 og 13 um villleiðandi marknaðarføring og prísupplýsingar.

    Reglurnar bera í sær, at upplýsingar um týdningarmestu eginleikarnar hjá vørum og tænastum, millum annað prísur, skulu vera rættar og ikki annars skikkaðar til at villleiða.

    Harumframt er staðfest í § 3, stk. 3, at pástandir um verulig viðurskifti, sum eginleikarnar og virknaðin hjá veitingum, skulu kunna skjalprógvast. Lýsarin má hava tílík prógv, tá ið marknaðarført verður.

    Ábyrgdin hjá lýsarum og netverkum

    Tað er lýsarin, sum hevur høvuðsábyrgdina í sambandi við lógarbrot. Harumframt kunnu øll, sum í stóran mun meðvirka til marknaðarføringina, verða ábyrgd fyri brot á marknaðarføringslógina, íroknaður tann, sum leggur lýsingina út. Tá ið ein nýtir vangamyndir á sosialum miðlum til marknaðarføring, kann tað bera í sær ein váða fyri lýsaran, tí persónar, sum verða brúktir til at breiða út marknaðarføring, eru ikki neyðturviliga royndir marknaðarførarar. Tí hava lýsararnir eina serliga ábyrgd av at síggja til, at marknaðarføringin er samsvarandi marknaðarføringslógini. Tað sama er galdandi fyri netverk, pallar, lýsingastovur og aðrar ”millummenn”, sum leggja marknaðarføring til rættis á sosialum miðlum og á bloggum.

    Lýsarar, netverk, pallar og lýsingastovur eiga tí at síggja til at fáa orðingarnar og innihaldið í marknaðarføringini lýst. Somuleiðis eiga tey at hava eftirlitsútbúnað til tess at tryggja, at tey, sum tey brúka til at breiða út marknaðarføring, fylgja lógini. Harumframt eiga netverk og pallar at umhugsa, hvussu tey kunnu leggja soleiðis til rættist, at persónar, sum tey miðla marknaðarføringsuppgávur til, verða gjørdir førir fyri at fylgja lógini, t.d. við vegleiðing og hjálp frá marknaðarførarunum.

    Eftirlit og revsitiltøk

    Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi til at laga seg eftir marknaðarføringslógini. Verður marknaðarføringslógin brotin, kann brotið verða sektað við bót.

    Avgerðir kunnu eisini verða tiknar mótvegis teimum, sum eru við til at fremja lógarbrot.

    Upplýsingarskylda og kanning (§ 21, stk. 2)

    Ein og hvør bindur seg til at geva Brúkaraumboðnum tær upplýsingar, sum Brúkaraumboðið krevur. Brúkaraumboðið kann eisini fremja kanningar og krevja, at skjøl verða útflýggjað v.m. (§ 21, stk. 2).

    Til tess at tryggja at boð um at geva upplýsingar verða aktað, kann ásetast ein sekt, sum tann, ið boðini galda, skal rinda, um boðini ikki verða aktað.