Fjald lýsing - vegleiðing


Dømi um góða merking í ymsum miðlum

Tú ræður sjálv/ur fyri, hvussu tú vilt merkja, so leingi krøvini í teimum fyrru brotunum verða hildin. Niðanfyri koma dømi um, hvussu tú kanst merkja í ymsum miðlum.

Bloggur:

Fyri at lesarar tínir skulu skilja, nær tú lýsir á bloggi tínum, mást tú merkja greinina ovast, soleiðis at tað er tað fyrsta, lesarar tínir síggja. Harumframt kanst tú t.d. nýta eina aðra uppseting ella bakstøðislit á greinum, sum eru lýsingar.

Skrivar tú eina grein, sum bæði hevur í sær lýsing og annað ikki-handilsligt innihald, mást tú framvegis merkja ovast á greinini.

Um tú flokkar greinirnar á bloggi tínum í ymisk evni við heitum sum eitt nú ”matur”, ”gerandislív” og ”ymist”, og harumframt hevur eitt serheiti fyri greinir, sum hava í sær lýsing, er tað ikki neyðturviliga nóg góð merking í sjálvum sær. Fyri at hetta skal rigga sum lýsingafrámerki, eigur tú at gera heitið fyri lýsing serliga sjónligt, so at hon ikki hvørvur millum øll evnini.

Instagram:

Tað greiðasta er at merkja sjálva myndina á Instagram. Tú kanst eisini merkja myndina við #lýsing ella skriva ”lýsing” fyrst í sjálvum myndatekstinum. Tað er ikki nóg gott at skriva lýsing til endans í einari langari røð av hashtags ella til endans í einum longum teksti.

Tað er ikki nóg gott bara at marka myndina við vanganavninum hjá tí vinnurekandi, sum tú lýsir fyri.

Facebook:

Dømi: ”Lýsing fyri XX (lutur). Her er leinki til dagsins grein, har eg vísi míni ”stylingtips”

Tú kanst seta merking í støðubjálkan, ella tú kanst t.d. síggja til, at tað skilst týðiliga av heitinum á tí, tú leggur út. Leggur tú leinki til lýsingagreinir út á aðrar miðlar sum t.d. blogg ella Instagram á tínari Facebooksíðu, skulu bæði upprunagreinin og tað deilda á Facebook verða merkt sum lýsing.

Snapchat:

Á Snapchat kanst tú merkja lýsing við at skriva kláran tekst á myndina, ella nýta onnur amboð, um tað er lætt at kenna aftur sum lýsingamerking.

Twitter:

Á Twitter eigur merkingin at verða sett fyrst í tekstinum ella aðrar staðir, har hon er sjónlig samanborin við annan tekst. Býtir tú lýsingatilfar út av bloggi ella øðrum sosialum miðlum á Twitter, mást tú eisini merkja tína Twitter-grein.