Fjald lýsing - vegleiðing


Fjald lýsing

Henda vegleiðingin snýr seg um, hvussu tú, sum leggur lýsingar út á sosialar miðlar, mást merkja greinirnar soleiðis, at tú heldur marknaðarføringslógina. Harumframt gevur vegleiðingin eitt yvirlit yvir aðrar reglur í marknaðarføringslógini, sum ofta eru viðkomandi, tá ið tú nýtir sosialar fjølmiðlar sum eina rás til lýsing.

Vegleiðingin er í høvuðsheitum ætlað tær, sum fært gjald ella aðrar fyrimunir fyri at umrøða ella leggja út okkurt um framleiddar lutir, tænastur ella vinnurekandi á vangamyndum tínum í sosialum miðlum ella/og á bloggi.

Stutt um innihaldið:

  • Í ”Hvat skal eg merkja?” finnur tú eina frágreiðing um, nær lógarreglurnar um lýsing eru galdandi
  • Í ”Hvussu skal eg merkja?” greiða vit frá, hvussu lýsing skal merkjast
  • Í ”Hvat annað má eg hugsa um?” minna vit á fleiri reglur, sum eru týdningarmiklar at hava í huga, tá ið ein fæst við lýsing á sosialum miðlum.
  • Í ”Soleiðis er lógin” greiða vit frá, hvørjar reglur vit hava havt sum grundarlag, tá ið vit hava evnað hesa vegleiðingina til, og at tær eisini eru galdandi fyri lýsarar, kervi og lýsingastovur, ið samstarva við teg.

Vegleiðingin er galdandi fyri allar sosialar miðlar, til dømis blogg, Facebook, Instagram, Twitter og Snapchat.

Um Brúkaraumboðið

Vit hava eftirlit við, at vinnurekandi í marknaðarføring sínari halda marknaðarføringslógina, handilssiðvenju og avtalutreytir.

Henda vegleiðingin ger vart við umráðandi krøv, sum vit úrleiða úr lógini, og hvørjar treytir vit leggja til grundar, tá ið vit handhevja lógina. Tá ið vit nýta orðini ”skal”, ”má” ella tílíkt, siga tey frá, hvørji krøv lógin setur. Tú brýtur lógina, um tú ikki heldur hesi krøvini. Tá ið vit skriva ”eigur”, ”kann” ella tílíkt, so hava vit ikki tikið støðu til, um tað í øllum førum man vera ólógligt at bera seg at í stríð við hesi krøvini, men taka støðu til hetta í hvørjum einstøkum føri. Vilt tú vera púra vís/ur í ongantíð at bróta lógina, mást tú virða bæði ”skal” og ”eigur”-krøvini. Vit gera eisini vart við, at aðrar reglur enn tær, sum verða viðgjørdar í hesari vegleiðingini, kunnu vera umráðandi.