Fjald lýsing - vegleiðing


Hvat annað má eg hugsa um?

Farið varisliga fram mótvegis børnum.

Marknaðarføringslógin skal tulkast strangari, tá ið børn og ung eru málbólkurin fyri lýsingini.

Forboðið móti fjaldari lýsing er serliga umráðandi fyri henda bólkin. Børn og ung eru virknir brúkarar á sosialum miðlum og hava torførari at skilja, hvat ið er lýsing, og at skilja hetta frá øðrum innihaldi. Tað merkir, at um tú hevur fylgjarar, sum eru undir 18 ára aldur, mást tú leggja tær serliga nær við at kunna týðiliga um, hvat ið er lýsing, á einum máli, sum børn duga at skilja.

Hevur tú smá børn sum málbólk, kann tað vera ólógligt at blanda lýsing upp í annað innihald, hóast tú merkir, tí tað verður ikki týðiligt fyri teimum, hvat ið er lýsing, og hvat ið ikki er tað, hóast tú merkir týðiliga.

Einstakar vørueindir eru, sum tað ikki hóskar at lýsa fyri, um tú hevur fylgjarar undir 18 ára aldur. Dømi um óhóskandi marknaðarføring á sosialum miðlum við ungum fylgjarum, kunnu vera klænkitilboð, brúkslán og kosmetisk skurðviðgerð. Um tú ivast í, um ein vøra hóskar at verða marknaðarførd á vangamyndum tínum á sosialum miðlum, kanst tú seta teg í samband við okkum og fáa vegleiðing.

Skeiv, villleiðandi og ólóglig lýsing. 

Tá ið tú sendir lýsing, hevur tú ábyrgd av, at tað, tú leggur út, er rætt og ikki gevur fylgjarunum eina skeiva fatan.

Hóast tú leinkjar víðari til eina netsíðu, har brúkarar kunnu fáa neyvari kunning um tað, tú umrøður, hevur tú ábyrgd av, at marknaðarføringin, sum tú leggur út á rásina, er røtt. Ein tummilsregla er at spyrja teg sjálva/n, um tú gevur eina sanna mynd av tí, tú umrøður, so at eingin vandi er fyri, at nakar verður lumpaður ella fær skeivar vónir um tað, tú umrøður.

Umframt at merkja lýsing, mást tú tí hugsa um hetta, tá ið tú leggur lýsing út:

  • Eru upplýsingar, eg gevi um vøruna, rættar? Kunnu tær skjalprógvast?
  • Havi eg umrøtt tað týdningarmesta um hesa vøruna, so at fylgjararnir ikki fáa skeiva fatan?
  • Til dømis:
  • ” Er prísurin á vøruni rættur? Eru onkrar eykaútreiðslur, sum ikki slepst undan, um ein vil keypa vøruna?
  • ” Er tað týðiligt, um eg reklameri fyri einum haldi ella einum einstøkum keypi?
  • ”Er tað greitt, hvørjar treytir galda fyri at vera við í kappingum og tiltøkum?
  • Harumframt eru serreglur, sum aðrir myndugleikar enn Brúkaraumboðið hava eftirlit við. Tú eigur millum annað at vita, at tað er ikki loyvt at reklamera fyri tubbaki, alkoholi, ikki-góðkendum pengaspølum ella ólógligum vørum.