Fjald lýsing - vegleiðing


Hvat er í grundini lýsing og marknaðarføring?

Lýsingar og marknaðarføring er alt, sum kann vera við til at fremja søluna hjá einum vinnurekandi av einum luti ella einari tænastu, og sum tú leggur út, tí at tú fært gjald fyri tað, ella fært aðrar fyrimunir við at gera tað. Marknaðarføring verður ofta kallað lýsing. Tá ið vit skriva lýsing í hesari vegleiðingini, meina vit við øll sløg av marknaðarføring.

Dømi um lýsing:

  • Tú fært gjald fyri at leggja okkurt út um eina vøru, ein lut, eina tænastu ella ein vinnurekandi. Tað er lýsing, sama um tað, tú leggur út, er tín ærliga meining ella um tann, sum hevur goldið tær, hevur gjørt av, hvat tú skalt leggja út.
  • Tú sleppur at læna okkurt, fært ymiskt ókeypis, sleppur við til tiltøk ella á ferðir ella fært ókeypis tænastur ella avsláttir ímóti eini vón um, at tú umrøður tað ella letur tað koma týðiliga til sjóndar.
  • Tú hevur eina avtalu um, at tú skalt gera týðiliga vart við ein vinnurekandi (t.d. sum ”umboðsfólk” ella ”samstarvsfelagi”). Hetta er galdandi bæði, um tað er avrátt, at tú skalt leggja út serstakar lutir, og um tú umrøður ella varpar ljós á vørur ella tænastur, sum tann vinnurekandi kann kennast aftur við og fáa eina ávirkan við marknaðarføring av.
  • Tú skipar fyri kappingum ella býtir út ”giveaways” fyri ein vinnurekandi.
  • Tú nýtir lýsingaleinki, sum geva tær samsýning t.d. fyri hvørt klikk ella keyp. Øll ljósvarping ella umrøða av handilsfyritøkuni ella veitingini, tú vísir leinki til á ein hátt, sum kann geva leinkjunum, tú leggur út, meiri ferðslu, er tá eisini lýsing.
  • Tú rekur títt egna virki og leggur út eginlýsing. Tað kann til dømis vera, at tú hevur títt egna klædnaúrval ella nethandil, og tað, tú leggur út á tína persónligu vangamynd í sosialum miðlum ella á blogg, er við til at fremja sølu av vørum ella tænastum, sum tú hevur ein áhuga í. Hetta er galdandi, sama um tú rekur eina vinnufyritøku einsamallur/einsamøll, ella um tú gert tað í samstarvi við onnur.Um tú t. d. hevur lýsing í einum bloggskrivi, mást tú eisini merkja skrivið á Facebook, Instagram ella Snapchat, sum bera fram hetta bloggskrivið. Tað er ikki loyvt at fáa nakran til at fara inn á eitt lýsingaskriv, uttan at tey eru greið um, at talan er um lýsing.Okkara viðmæli er, at tú eigur at merkja, um tú ert í iva - so sleppur tú undan at bróta lógina. Tað er aldri skeivt at vera ærligur og greiður móti fylgjarum sínum.

Á bruk.fo finnur tú eina styttri vegleiðing um, hvussu tú eigur at frámerkja í sosialum miðlum. Hon kann vera gagnlig at lesa, um tú ivast í, um tú mást merkja.

Krav til merking er galdandi í øllum miðlum. Ein grein skal vera merkt sum lýsing, hvørja ferð vøran ella tænastan verður umrødd, ella ljós verður varpað á hana á ein hátt, sum hevur marknaðarføringsvirði.