Fjald lýsing - vegleiðing


Soleiðis er lógin

Niðanfyri greiða vit frá, hvørjar reglur vit hava sum støði, tá ið vit hava orðað hesa vegleiðingina.

Forboð móti fjaldari lýsing

Sambært marknaðarføringslógini § 4, stk. 1, skal øll marknaðarføring vera orðað og borin fram soleiðis, at hon týðiliga skilst sum marknaðarføring. Hetta ber í sær, at marknaðarføringin skal ikki vera torfør at kenna aftur og eyðmerkja.

Merkir ein ikki grein sína nóg væl sum marknaðarføring, verður tað ein villleiðandi burturúrløga av upplýsingum í stríð við mfl. § 3.

At verja børn

Marknaðarføringlógin hevur ein serligan kapittul 3 um at verja børnini, sum ber í sær, at reglurnar í marknaðarføringlógini skulu tulkast strangari, um lýsing er beind móti børnum, um børn kunnu síggja ella hoyra hana, ella um hon er av serligum áhuga hjá børnum.

Rong og villleiðandi lýsing

Í marknaðarføringslógini eru fleiri reglur, sum skulu tryggja, at brúkararnir ikki fáa skeiva kunning ella skeiva fatan av marknaðarføring. Høvuðsreglurnar eru at finna í Marknaðarføringslógini §§ 3 og 13 um villleiðandi marknaðarføring og prísupplýsingar.

Reglurnar bera í sær, at upplýsingar um týdningarmestu eginleikarnar hjá vørum og tænastum, millum annað prísur, skulu vera rættar og ikki annars skikkaðar til at villleiða.

Harumframt er staðfest í § 3, stk. 3, at pástandir um verulig viðurskifti, sum eginleikarnar og virknaðin hjá veitingum, skulu kunna skjalprógvast. Lýsarin má hava tílík prógv, tá ið marknaðarført verður.

Ábyrgdin hjá lýsarum og netverkum

Tað er lýsarin, sum hevur høvuðsábyrgdina í sambandi við lógarbrot. Harumframt kunnu øll, sum í stóran mun meðvirka til marknaðarføringina, verða ábyrgd fyri brot á marknaðarføringslógina, íroknaður tann, sum leggur lýsingina út. Tá ið ein nýtir vangamyndir á sosialum miðlum til marknaðarføring, kann tað bera í sær ein váða fyri lýsaran, tí persónar, sum verða brúktir til at breiða út marknaðarføring, eru ikki neyðturviliga royndir marknaðarførarar. Tí hava lýsararnir eina serliga ábyrgd av at síggja til, at marknaðarføringin er samsvarandi marknaðarføringslógini. Tað sama er galdandi fyri netverk, pallar, lýsingastovur og aðrar ”millummenn”, sum leggja marknaðarføring til rættis á sosialum miðlum og á bloggum.

Lýsarar, netverk, pallar og lýsingastovur eiga tí at síggja til at fáa orðingarnar og innihaldið í marknaðarføringini lýst. Somuleiðis eiga tey at hava eftirlitsútbúnað til tess at tryggja, at tey, sum tey brúka til at breiða út marknaðarføring, fylgja lógini. Harumframt eiga netverk og pallar at umhugsa, hvussu tey kunnu leggja soleiðis til rættist, at persónar, sum tey miðla marknaðarføringsuppgávur til, verða gjørdir førir fyri at fylgja lógini, t.d. við vegleiðing og hjálp frá marknaðarførarunum.

Eftirlit og revsitiltøk

Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi til at laga seg eftir marknaðarføringslógini. Verður marknaðarføringslógin brotin, kann brotið verða sektað við bót.

Avgerðir kunnu eisini verða tiknar mótvegis teimum, sum eru við til at fremja lógarbrot.

Upplýsingarskylda og kanning (§ 21, stk. 2)

Ein og hvør bindur seg til at geva Brúkaraumboðnum tær upplýsingar, sum Brúkaraumboðið krevur. Brúkaraumboðið kann eisini fremja kanningar og krevja, at skjøl verða útflýggjað v.m. (§ 21, stk. 2).

Til tess at tryggja at boð um at geva upplýsingar verða aktað, kann ásetast ein sekt, sum tann, ið boðini galda, skal rinda, um boðini ikki verða aktað.