Tey, sum taka ímóti peningi, hava skyldu at taka ímóti reiðum peningi í tíðini frá kl. 06.00 og til kl. 22.00, um tey taka ímóti gjaldskorti og fargjalding um app. Hetta er sambært § 81, 1. stk. í gjaldslógini.

Kontantreglan hevur sum endamál at forða fyri, at mismunur verður gjørdur á kontantkundum, og tí mugu gjaldsforðingar ikki verða settar, ið bara eru galdandi fyri kontantkundarnar.

Tað kann ikki verða farið uttan um regluna við t.d. at lýsa við, at her verður ikki tikið við reiðum peningi, ella biðja seg undan (nokta) at taka móti reiðum peningi, og heldur ikki at gloyma at hava pengar at veksla við.

Harafturat metir Brúkaraumboðið, at tað er brot á kontantregluna, um eitt virki fær sær eina skipan, har kontantkundarnir skulu gjalda eina upphædd í reiðum peningi inn á eitt  elektroniskt kort, sum síðani kann verða nýtt at gjalda við.

Brot á § 81, 1. stk. í gjaldslógini kann verða revsað við bót.

Eftir meting Brúkaraumboðsins verður brot ikki gjørt á kontantregluna í § 81 í gjaldslógini ella reglur í marknaðarføringarlógini um góðan sið, hevur gjaldsmóttakari einstakar kassar, ið ikki taka ímóti reiðum peningi, men tað ber til at gjalda við reiðum peningi við ein ella fleiri av teim opnu kassunum. Her er tó tann treyt, at gjaldsmóttakarin kunnar um hetta væl og virðiliga á skeltum.

UNDANTØK Í SAMBANDI VIÐ FJARSØLU OG UMHVØRVI VIÐ SJÁLVAVGREIÐSLU

Skyldan at taka við reiðum peningi geldur ikki fyri fjarsølu, sum t.d. sølu um netsølu (webshops) og onnur sløg av sølu um internetið og um telefonina.

Kontantreglan geldur heldur ikki fyri gjalding í ómannaðum sjálvavgreiðslustøðum, sum t.d. ómannaðar bensinstøðir, sbr. § 81, 2. stk. í gjaldslógini.

SERLIGT UM  ØKI, HAR VANDI ER FYRI RÁNI

Tað ber til at avmarka tað tíðarbilið, sum gjaldsmóttakarin hevur skyldu at taka móti reiðum peningi, frá kl. 06.00 til 20.00, um viðkomandi virki er í einum av teimum økjunum, sum Vinnumálaráðið hevur víst á at vera í serligum ránsvanda. Listin yvir hesi økini er at finna á heimasíðu Vinnumálaráðsins.

Liggur virkið hjá einum vinnurekandi í einum av hesum serliga ránshóttu økjunum, og virkið fegið vil nýta ta stuttu tíðina frá kl. 06.00 til 20.00, skal fíggjareftirlitið verða kunnað um tað frammanundan. Tílíkar upplýsingar frá fíggjareftirlitinum eru at finna á heimasíðu fíggjareftirlitsins.

SERLIGT VIÐVÍKJANDI UNDANTAKSLOYVI

Fíggjareftirlitið kann í serligum førum geva heilt ella lutvíst undantaksloyvi frá kontantregluni.